Munurin millum rættingarnar hjá "Vágar"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
ZéroBot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: eu:Vágar
Linja 63: Linja 63:
[[en:Vágar]]
[[en:Vágar]]
[[es:Vágar]]
[[es:Vágar]]
[[eu:Vágar]]
[[fi:Vágar]]
[[fi:Vágar]]
[[fr:Vágar]]
[[fr:Vágar]]

Endurskoðan frá 13. sep 2011 kl. 09:42

Vágar
Landafrøði

Vídd 175,4 km²
Vatn 2,7 %

Umsiting
Land  Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 3.047 (2011)
Íbúgvatættleiki 15.7 /km²

Vágar er oyggj í Føroyum millum Mykines og Streymoy. Vágar er við sínum umleið 178km2 tristørsta oyggj í Føroyum, og her búgva umleið 3 túsund fólk. Vágar hevur vegasamband við meginøkið gjøgnum Vágatunnlinum, sum var fyrsti undirsjóartunnil í Føroyum. Sambandið út í heim er eisini úr Vágum, har einasti flogvøllur í Føroyum liggur.

Vágar eru eyðkendar við stóru vøtnunum Leitisvatni/Sørvágsvatni og Fjallavatni umframt smærri vøtnum, har væl liggur fyri at fiska. Hetta er størsta óbygda øki í Vágum. Øll strondin norðanfyri, frá Gásadali í vestri til Sandavágs í eystri, liggur sum ein stór nátturupark og gevur ríkar møguleikar fyri upplivingum. Størsti hólmarnir í landinum liggja vestanfyri, Tindhólmur og Mykineshólmur. Gistingartilboð í oynni eru Hotel, Vallaraheim, camping, Ból og Biti og summarhús, møguleiki er at eta á matstovu og kaféteria. Serstakt fyri Vágar er einasti flogvøllur í landinum. Hóast oyggin ikki hevur nógv smá vøtn, so eru tey tvey størstu vøtnini, Fjallavatn og Leitisvatn her. Í 2003 fekk oyggin fast samband um undirsjóvartunnil til Streymoynna.

Landafrøði

Norðasti landoddi er Slættanes, sunnasti Trælanípa. Móti landsynningi er Stakkurin og móti útnyrðingi Barðið. Uppi yvir Stakkinum stendur Trøllkonufingur. Vágar eru vøkur oyggj, her kunnu vit síggja stillar firðir, breiðar dalar, fuglaberg, høg fjøll, stór vøtn og stórar slættar. Langvegin gjøgnum oynna gongur ein breiður dalur, sum eitur Klovin, og í honum eru tvey størstu vøtn í Føroyum, Sørvágsvatn, studum kallað Leitisvatn, og Fjallavatn. Úr Leitisvatni fellur Bøsdalafossur. Fjøllini eru breið omaná og ikki brøtt uttan tey í útnyrðingshorninum. Tey høgstu eru Árnafjall (722 m.), Eysturtindur (715 m.) og Malinstindur (683 m.). Brøtt berg eru um allar síður á oynni fram móti Vestmannasundi. Størstu áir eru Sjatlá og Repsá. Vestur úr sunnara armi á Sørvágslendinum eru hólmarnir Tindhólmur og Gáshólmur. Millum Vágalandið og Tindhólm standa tveir sjáldsama vakrir drangar. Gáshólmssund millum Tindhólm og Gáshólm og Stórasund millum Tindhólm og drangarnar eru ikki farbar uttanfyri kunnigar menn í góðum veðri. Innanfyri drangarnar er Drangasund.

Bygdir

35 % av fólkinum í Vágum búgva í Miðvági, 33 % búði í Sørvági og 27 % búði í Sandavági. Knøpp 5 % búðu samanlagt í hinum trimum bygdunum. Fólkatalið í oynni vaks við 158 fólkum frá 1. jan. 2005 til 1. januar 2011 [1].

Myndir

Keldur

  1. Hagstova.fo
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið