Munurin millum rættingarnar hjá "Soppar"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: csb:Grzëbë
Linja 43: Linja 43:
[[ca:Fong]]
[[ca:Fong]]
[[cs:Houby]]
[[cs:Houby]]
[[csb:Grzëbë]]
[[cv:Кăмпа]]
[[cv:Кăмпа]]
[[cy:Ffwng]]
[[cy:Ffwng]]

Endurskoðan frá 11. jul 2011 kl. 08:58

Soppar sum vaksa á einum træði.

Soppar er en storur lívveru bólkur, sum hoyrur til biota, sum er tættari í ætt við djór enn plantur. Torført er at staðfesta, um teir eru plantur ella djór. Soppar vaksa væl í myrkja, slavna skógarbotninum. Luftin er tung av leyvi, ið liggur og rotnar. Soppasløgini eru fleiri enn 100 000.

Føroyskir soppar

Í Føroyum vita vit um meiri enn 600 ymisk soppasløg, nærum helvtin av teimum eru hattsoppar, t.e. soppar við hatti og leggi. Hattsopparnir í Føroyum kunnu skiftast sundur í tríggjar nærum eins stórar bólkar alt eftir, hvar ið teir vaksa.

  1. Um leið 100 sløg av hattsoppum eri úr viðarlundum, har ið teir mest sum allir onkursvegna hava samband við trøini. Hetta eru somu soppar, sum vaksa í skógum aðrastaðni í Norðurevropa, men talið á sløgum er væl minni í teimum føroysku viðarlundunum, helst tí allar viðarlundirnar her eru úr hesi øldini. Skulu soppar flyta um so stórar víddir, tekur tað tíð, og harumframt krevja nógvir viðarlundasoppar at vøksturin hevur ávísan aldur, so ríviligt av deyðum bløðum og nálum er lagst um botnin. Tí kunnu vit vænta, at nýggj sløg framyvir fara at stinga seg upp í okkara viðarlundum.
  2. Okkurt um 100 sløg av hattsoppum eru á fjøllunum, og fleri teirra vaksa nær tengdir at lágu pílarunnunum, sum er her. Fyri tað mesta eru hetta somu sløg sum vaksa á samsvarandi støðum á Alpunum, í Noregi og Íslandi. Enn eru hesir soppar ikki nóg væl granskaðir hvørki í Føroyum ella úti í heimi.
  3. Endiliga vaksa okkurt um 100 sløg av hattsoppum á graslendi - á grønu líðunum á láglendi. Av soppunum á graslendi eru vakshattarnir teir litfagrastu. Her verður eitt lítið úrval lagt fram.

Sí eisini

Kelda

Fyrimynd:Link FA