Munurin millum rættingarnar hjá "Brúgvin til Terabithia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|200px|Brúgvin til Terabithia. '''Brúgvin til Terabithia''' (upprunaheiti: '''Bridge to Terabithia''') er ein amerikanskur [...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 25. mai 2011 kl. 20:31

Mynd:Bridgetoterabithiaposter.jpg
Brúgvin til Terabithia.

Brúgvin til Terabithia (upprunaheiti: Bridge to Terabithia) er ein amerikanskur Disney-filmur frá 2007. Filmurin byggir á bókina hjá Katherine Paterson.

Handling

Høvuðspersónurin í Bridge to Terabithia, Jess, er í samleikakreppu. Hansara vantandi sjálvsálit og hansara kúgaða støða heima gera, at hann er misnøgdur við sín egna samleika, hann sær seg sjálvan við pápans eygum. Hann er í húsi saman við fimm konufólkum og saknar sárt at práta við pápan. Pápin arbeiðir langt heimanífrá og hevur ikki orku at vera saman við familjuni.

Jess hevur eitt yndisítriv, tað er at tekna. Við sínum tekningum fær Jess fram sítt innasta mál, tað er ofta torført hjá honum at orðføra seg, men myndir koma til hansara, tá ið eitthvørt hugtekur hann. Lærarin Julia Edmunds er ein øðrvísi persónur. Foreldrini hjá Jess halda lítið um hana, men Jess fær í Juliu ei góðan vin, sum kemur í foreldra stað, tá ið foreldrini ikki skilja hann.

Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentur. Bæði hús, klæði og áskoðanir heima hjá Leslie og teimum eru avgjørt øðrvísi enn hjá øllum hinum í bygdini í Virginia. Í loyniliga landinum, Terabitia, mennist vinalag teirra. Hesin heimur, fyltur við hugflog og vitan, broytir hann og ger hann føran fyri at taka støðu sjálvur. Men so verður Leslie brádliga tikin frá honum.