Munurin millum rættingarnar hjá "Fugloy"
EileenSanda (kjak | íkøst) Setti myndir inn |
EileenSanda (kjak | íkøst) →Myndir: Setti myndir inn |
||
Linja 28: | Linja 28: | ||
Mynd:Fugloy, Faroe Islands.JPG|Fugloy |
Mynd:Fugloy, Faroe Islands.JPG|Fugloy |
||
Mynd:Harbour of Kirkja, Faroe Islands.JPG|Teir lossa í havnini á Kirkju |
Mynd:Harbour of Kirkja, Faroe Islands.JPG|Teir lossa í havnini á Kirkju |
||
Mynd:Hattarvik Fugloy Faroe Islands.JPG |
|||
Mynd:Kirkja, Faroe Islands (3).JPG |
|||
</gallery> |
</gallery> |
||
Endurskoðan frá 13. mai 2011 kl. 21:37
Fugloy | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 11,0 km² |
Vatn | 0,1 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 45 (2002) |
Íbúgvatættleiki | 4 /km² |
Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað.
Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m.
Jakob Jakobsen um Fugloy
Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna. Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi.
Myndir
-
Eystfelli og Stapin
-
Kirkjan á Kirkju
-
Kirkja
-
Fugloy
-
Teir lossa í havnini á Kirkju
Keldur
- Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr. Keypmannahavn 1898 – 1901
Sí eisini
Slóðir
- Myndir og meir (danskt)
- Luftmyndir
Kommunur í Føroyum | ||
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis |