Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"
s r2.7.1) (bottur broytur: ru:Эволюция (биологическая) |
s bottur broytur: ru:Эволюция |
||
Linja 80: | Linja 80: | ||
[[rm:Evoluziun]] |
[[rm:Evoluziun]] |
||
[[ro:Evoluție]] |
[[ro:Evoluție]] |
||
[[ru:Эволюция |
[[ru:Эволюция]] |
||
[[rue:Еволуція]] |
[[rue:Еволуція]] |
||
[[sah:Эволюция]] |
[[sah:Эволюция]] |
Endurskoðan frá 27. mar 2011 kl. 17:31
Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.
Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini[tørvar keldu]. Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg[tørvar keldu]. Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn[tørvar keldu].
Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst[tørvar keldu].
Kjak í USA
Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting[tørvar keldu]. Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið[tørvar keldu]. Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna[tørvar keldu].