Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Mjbmrbot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ltg:Krīveja
Mjbmrbot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: kbd:Урысей
Linja 172: Linja 172:
[[ka:რუსეთი]]
[[ka:რუსეთი]]
[[kaa:Rossiya]]
[[kaa:Rossiya]]
[[kbd:Урысей]]
[[kg:Rusia]]
[[kg:Rusia]]
[[kk:Ресей]]
[[kk:Ресей]]

Endurskoðan frá 23. mar 2011 kl. 10:28

Российская Федерация
Rossijskaja Federatsija
Flagg Russland
(Flagg Russland)
Skjaldarmerki Russland
(Skjaldarmerki Russland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Russiskur tjóðsangur
Alment mál Russiskt og fleiru mál
Høvuðsstaður Moskva
Forseti Dmitry Medvedev
Forsætisráðharri Vladimir Putin
Fullveldi 24. august 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
17.075.200 km²
0,5
Íbúgvar
 - tilsamans 2007
 - tættleiki
 
142 200 000
8,5/km²
Gjaldoyra Rubel
Tíðarøki UTC +1 til +11
Økisnavn á alnetinum .ru
Telefonkota +7

Russland er sambandsríki í Evropa og Asiu. Russland er verðins støsta land og hevur umleið 150 mió íbúgvar. Høvuðsstaður er Moskva og londinum hevur mark við 14 lond: Noreg, Finnland, Estland, Litava, Hvítarussland, Lettland, Pólland, Ukreina, Georgia, Aserbadjan, Kasakstan, Kina, Mongolia og Norðurkorea.

Søga

Fyri nøkrum árum síðan var Russland høvuðslandið í mikla kommunistaríkinum Sovjetsamveldinum. Tá ið kommunisman fall í 1991, lýstu stórir partar í Sovjetsamveldinum seg sum fræls ríki. Stjórnin í nýggja Russlandi roynir nú at laga landsins stýri til fólkaræði og umskipa og evna búskapin eftir vesturlendskum leisti.

Landafrøði

Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum (Evropa og Ásia) og er um næstan hálva jørðina. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi.

Uralfjøll eru mark ímillum evropeiska og ásiatiska partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri Uralfjøll. Mesta fólkið í evropeiska partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis Moskva (høvuðsstaði landsins) og St. Pætursborg ella á víða slættlendinum fram við Volgaá.

Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini evropeiskumegin, fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.

Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum Siberia, ið er russiski parturin í Ásia, er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur (Teiga), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.

Militerið

Herurin hevur altíð verið stoltleiki Russlands, men so er ikki longur. Herurin fær ringa fígging, og tann fyrr so stolti russiski herurin er um at detta sundur. Teir herskyldigu verða kúgaðir og yvirmenninir eyðmýktir. Á hvørjum ári verða 300 000 ungir menn kallaðir inn til hertænastu, men stúranin fyri harðskapi og fyri at verða sendir til Kekenia hevur gjørt tað at sleppa undan hertænastu til eina tjóðarítrótt. Fleiri enn 3 000 hermenn doyggja av harðskapinum, sum gjøgnumsúrgar allan herin.

Dmitry Medvedev (f.1965) forseti Russlands.

Eitt sindur um landi

  • Russland er verðins størsta land.
  • Russland hevði stóran leiklut í 2. verðinskríggji.
  • Russland er m.a kent fyri Sovjetsamveldið.
  • Russland er býtt upp í 5 partar.
  • Russland er í tveimun heimspørtum: Evropa og í Ásia.
  • Í slættaumráðinum dyrkast: Korn, eplir og Sukur.
  • Hægsta fjall er Klutsjevakaja sum er 4750 m høgt.
  • Størsta vatni er Bajkalvatn sum er 31 468 km2.
  • Russland hevur fleiri muslimar enn Jordan og Libya tilsamans.
  • Ì høvusstaðinum Moskva er tað kenda: Reyða Torgi.
  • Í vestara og syðra parti er fruktagóð jørð men víða um í ríkinum er steinlendi.
  • Í Russlandi kan tað verða ræðuliga kalt tí tað er so nær við Norðurpólin.

Slóðir

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA