Munurin millum rættingarnar hjá "Papua Nýguinea"
WikitanvirBot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: diq:Papua Gineya Newiye |
WikitanvirBot (kjak | íkøst) s r2.7.1) (bottur broytur: cu:Па́поуа · Но́ва Гвинєꙗ |
||
Linja 109: | Linja 109: | ||
[[crh:Papua Yañı Gvineya]] |
[[crh:Papua Yañı Gvineya]] |
||
[[cs:Papua-Nová Guinea]] |
[[cs:Papua-Nová Guinea]] |
||
[[cu:Па́поуа |
[[cu:Па́поуа · Но́ва Гвинєꙗ]] |
||
[[cy:Papua Guinea Newydd]] |
[[cy:Papua Guinea Newydd]] |
||
[[da:Papua Ny Guinea]] |
[[da:Papua Ny Guinea]] |
Endurskoðan frá 7. mar 2011 kl. 22:14
| |||
Tjóðarslagorð: Unity in diversity | |||
Tjóðsangur: O Arise, All You Sons | |||
Alment mál | Enskt, Tok Pisin, Hiri Motu | ||
Høvuðsstaður | Port Morresby | ||
Drotning | Elisabeth II | ||
Løgmaður | Michael Somare | ||
Fullveldi | 16. september 1975 (frá Avstralia) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
462,840 km² 2.0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2005 - tættleiki |
5 887 000 13/km² | ||
Gjaldoyra | Kina (PGK) | ||
Tíðarøki | UTC +10 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pg | ||
Telefonkota | +675
| ||
Papua Nýguinea ella Papua Ný Guinea (enskt; Independent State of Papua New Guinea, tok pisin; Papua Niugini) er størsta tjóð í Melanesia. Landið var avstralskt hjáland til 1975 og er eystrari partur í oynni Ný Guinea umframt 600 aðrar oyggjar skamt norður, suður og eystur úr Ný Guinea. Port Morresby er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Papua Ný Guinea hevur bara mark við Indonesia. Miðallívsævin í landinum er 66 ár. Landið er limur í Bretska Samveldinum.
Fólkið
Færri enn 6 milliónir fólk búgva í Papua Ný Guinea; flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Flestu fólk í Papua Ný Guinea liva av landbúnaði.
Ættarbólkar
Av tí at so illa er framkomandi um høgu fjøllini og ígjøgnum tættu skógirnar, hevur altíð verið lítið samband ímillum mongu ættarbólkarnar, ið búgva her, til dømis sorimi. Hetta ger, at nú á døgum eru fleiri enn 1000 ættarbólkar í landinum, og fleiri enn 700 mál og bygdamál verða talað.
Búskapur
Nógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg til dømis kopar og gull. Koparnámið í Panguna í oynni Bougainville er ímillum tey størstu í heiminum. Viður úr stóru regnskógunum er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna.
Landafrøði
Papua Ný Guinea er beint sunnan Miðkring, og tí er veðurlagið heitt og slavið. Høg fjøll eru eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum regnskógi langt niðan í líðirnar. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av dýrum og vøkstrum, og mong dýr og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar.