Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Undo revision 168738 by 84.202.30.193 (talk)
Escarbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: ne, pap, rm, rue
Linja 67: Linja 67:
[[mt:Evoluzzjoni]]
[[mt:Evoluzzjoni]]
[[mwl:Eiboluçon]]
[[mwl:Eiboluçon]]
[[ne:क्रम-विकास]]
[[new:विकासक्रम]]
[[new:विकासक्रम]]
[[nl:Evolutie]]
[[nl:Evolutie]]
Linja 72: Linja 73:
[[nov:Evolutione]]
[[nov:Evolutione]]
[[oc:Evolucion]]
[[oc:Evolucion]]
[[pap:Evolushon]]
[[pl:Ewolucja]]
[[pl:Ewolucja]]
[[pnb:ایولوشن]]
[[pnb:ایولوشن]]
[[pt:Evolução]]
[[pt:Evolução]]
[[qu:Rikch'aqyay]]
[[qu:Rikch'aqyay]]
[[rm:Evoluziun]]
[[ro:Evoluție]]
[[ro:Evoluție]]
[[ru:Эволюция]]
[[ru:Эволюция]]
[[rue:Еволуція]]
[[sah:Эволюция]]
[[sah:Эволюция]]
[[sh:Evolucija]]
[[sh:Evolucija]]

Endurskoðan frá 7. mar 2011 kl. 09:42

Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.

Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini.[tørvar keldu] Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg.[tørvar keldu] Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn.[tørvar keldu]

Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst.[tørvar keldu]

Kjak í USA

Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting.[tørvar keldu] Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið.[tørvar keldu] Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna.[tørvar keldu]

Fyrimynd:Link FA