Munurin millum rættingarnar hjá "Fugloy"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 11: Linja 11:
}}
}}


'''Fugloy''', sum hevur fingið navn av tí nógva [[Fuglur|fugli]], ið har búleikast, er tann minsta av [[Norðoyar|Norðoyum]], 11km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað.
'''Fugloy''', sum hevur fingið navn av tí nógva [[Fuglur|fugli]], ið har búleikast, er tann minsta av [[Norðoyar|Norðoyum]], 11km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru [[Kirkja (bygd)|Kirkja]] og [[Hattarvík]]. [[Kirkja (hús)|Kirkja]] og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað.


Hægsta fjall í Fugloy - [[Klubbin]] - er 621 m.
Hægsta fjall í Fugloy - [[Klubbin]] - er 621 m.

Endurskoðan frá 5. mar 2011 kl. 09:58

Fugloy
Landafrøði

Vídd 11,0 km²
Vatn 0,1 %

Umsiting
Land Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 45 (2002)
Íbúgvatættleiki 4 /km²

Fugloy, sum hevur fingið navn av tí nógva fugli, ið har búleikast, er tann minsta av Norðoyum, 11km², og hon liggur eisini longst burtur frá hinum. Fugloyggin er ein kommuna við tveimum bygdum. Tær eru Kirkja og Hattarvík. Kirkja og skúli eru í báðum bygdunum. Tær báðar bygdirnar í oynni eru brimpláss, og hetta saman við hennara fjarleiki hevur gjørt, at fólkatalið er nógv minkað.

Hægsta fjall í Fugloy - Klubbin - er 621 m.

Jakob Jakobsen um Fugloy

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj. Menn róðu at henni at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð í land, og tveittu tað aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði Bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu fast upp á oynna. Tá hjálpti, teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðan undir av brimi

Jakob Jakobsen: Færøske Folkesagn og Æventyr. Keypmannahavn 18981901

Sí eisini

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Verdur Kommunur í Føroyum Kommunum í Føroyum
Eiðis | Eystur | Fámjins | Fuglafjarðar | Fugloyar | Hovs | Húsa | Húsavíkar | Hvalbiar | Hvannasunds | Klaksvíkar | Kunoyar | Kvívíkar | Nes | Porkeris | Runavíkar | Sands | Sjóvar | Skálavíkar | Skopunar | Skúvoyar | Sumbiar | Sunda | Sørvágs | Tórshavnar | Tvøroyrar | Vága | Vágs | Vestmanna | Viðareiðis