Munurin millum rættingarnar hjá "Menningarlæran"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Undo revision 168738 by 84.202.30.193 (talk)
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Darwin_ape.jpg|thumb|right|210px|Omanfyri er ein skemtitekning av [[Charles Darwin|Darwin]] sum [[apu]].]]
[[Mynd:Darwin_ape.jpg|thumb|right|210px]]
'''Menningarlæran''', eisini nevndir '''evolutión''', er í [[lívfrøði]] ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í [[Organisma|organismum]] orsakað av [[Arvur|arvi]], [[reproduktión]] og [[selektión]]. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.
'''Menningarlæran''', eisini nevndir '''evolutión''', er í [[lívfrøði]] ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í [[Organisma|organismum]] orsakað av [[Arvur|arvi]], [[reproduktión]] og [[selektión]]. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.



Endurskoðan frá 22. jan 2011 kl. 02:09

Menningarlæran, eisini nevndir evolutión, er í lívfrøði ein útviklingur ið lýsir stigvísa broyting í organismum orsakað av arvi, reproduktión og selektión. Menningarlæran ella evolutiónsteoriin er ein vísindalig teori, ið hevur sum endamál at greiða frá hvussu nýggj organismusløg kunnu uppstanda við menning.

Í 19 amerikanskum statum hava rættarmál verið um hetta evnið í lívfrøðiundirvísingini. [tørvar keldu] Spurningurin hevur verið uppi at venda í fleiri føroyskum skúlum, men okkum kunnnugt er eingin vegleiðing um hvussu lærarar í livfrøði skulu fyrihalda seg. [tørvar keldu] Í bæði USA og Stóra Bretlandi trúgva ikki meir enn helvtin av fólkinum uppá, at menningarlæran er sonn. [tørvar keldu]

Buddhistar er tann bólkurin, sum góðtekur menningarlæruna í størsta mun, meðan Jehova vitnir eru tann, sum góðtekur hana minst. [tørvar keldu]

Kjak í USA

Kjakið um menningarlæru og skapanarlæru tók seg av álvara upp á vetri 1999 í USA, tá ið eitt skúlaráð í einum landsluti í Kansas ynskti at víðka undirvísingarskránna, soleiðis at næmingar eisini, umframt menningarlæruna, fingu at hoyra frágreiðingar, har ein máttur uttanífrá kundi havt eina ávirkan á upprunan til alheimin og menniskjuna. Næmingarnir kundu so sjálvir gera sína meting. [tørvar keldu] Í báðum undirvísingarskráunum skuldu frágreiðingarnar byggja á eygleiðingar, kanningar við royndum og logiskari grundgeving, ið staðiliga halda fast við fyrisetingar og eitt sunt skeptiskt sjónarmið.[tørvar keldu] Rættuligur uppreistur varð í USA, tí man metti hetta verða eina samanblanding av religión og vísindi. Seinastu árini hevur eisini verið rættuligt kjak í Norðanlondum, tí ávísir frískúlan hava ynskt at læra næmingar onnur alternativ til menningarlæruna. [tørvar keldu]

Fyrimynd:Link FA