Munurin millum rættingarnar hjá "Svalbarð"

Jump to navigation Jump to search
413 bytes løgd afturat ,  9 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
s (bottur leggur aftrat: pih:Swaalbard)
|}
 
'''Svalbarð''' (á [[Norskt mál|norskum]] ''Svalbard'') er [[Noreg|norskur]] oyggjaflokkur norðuri í [[Íshavinum]]. Svalbarð hevur umleið 2.100 íbúgvar. Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í [[1920]] fekk [[Noreg]] yvirvaldsrættin, tá ið [[Svalbarðssáttmálin]] var gjørdur. Fyrr var stór loðdýraveiða í [[oyggj]]unum, men einasta vinna nú er námsvinna. [[Russland|Russar]] hava nøkur kolanám í [[Spitsbergen]]. Kanningarstøðir eru í oyggjunum. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum. Serstakar reglur eru í gildi, til dømis skal einki hervald vera. Lítil skattur fær arbeiðsfólk at fara til Svalbarðs.
 
60 prosent av Svalbarði eru undir jøklum. Skógur veksur ikki í [[arktis]]kum veðurlagi. Bara [[dýr]], sum hava lagað seg eftir viðurskifunum, eru har: [[hvítabjørn]], [[roysningur]], [[tjúrur]], [[kópur]], [[rípa]], [[fjallrevur]] og [[svalbarðsrein]]. Ansað verður væl eftir viðkvomu náttúruni. Ferðafólkini verða alt fleiri, og tey eru havd undir strongum eftirliti.
 
Størstu búplássini eru [[Longyearbýur]]in og [[Ný Ålesund]]. Skúlar eru á teim flestu búplássunum.
 
== Søga ==
 
Í [[1925]] var Svalbarð við semju millum stórveldini og onnur avvarandi lond lagt undir [[Noreg|norskt]] yvirvald og fyrisæti, tó so at fólk úr hinum semjulondunum kunna fáa virkisrætt. Oyggjarnar mugu ikki búgvast út hernaðarliga.
 
== Sí eisini ==

Navigatiónsskrá