Munurin millum rættingarnar hjá "Suðuroy"
s r2.5.2) (bottur leggur aftrat: be:Востраў Сувурой; kosmetiske ændringer |
ChuispastonBot (kjak | íkøst) s r2.5.2) (bottur leggur aftrat: be-x-old:Сувурой |
||
Linja 58: | Linja 58: | ||
[[be:Востраў Сувурой]] |
[[be:Востраў Сувурой]] |
||
[[be-x-old:Сувурой]] |
|||
[[cs:Suðuroy]] |
[[cs:Suðuroy]] |
||
[[da:Suðuroy]] |
[[da:Suðuroy]] |
Endurskoðan frá 2. jan 2011 kl. 10:44
Suðuroy | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 163,7 km² |
Vatn | 0,8 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 4757 (2010) |
Íbúgvatættleiki | 30,7 /km² |
Suðuroy er syðsta oyggj í Føroyum. Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku Sandvík í norði til náttúruvøkru Sumba í sunnan. Størstu býirnir, Tvøroyri og Vágur, liggja við firðir umgirdir av fjøllum.
Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, Hvalba og Sandvík, hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til Føroya einastu mannleysu oyggj, Lítla Dímun.
Hvalba er einasta pláss, har enn verður arbeitt á kolinum. Hov telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var Hov høvuðssæti hjá Havgrímur í víkingatíðini, sum eisini er grivin í Hovi. Porkeri er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá 1847. Sunnast á oynni liggur Sumba, ið fostrað hevur eitt av Føroya mætastu skaldum, Poul F. Joensen. Á veg til og úr Sumba eftir gamla fjallavegnum er Beinisvørð, 470 m høgt, Føroya næsthægsta fuglaberg, sum alkent er fyri sín vakurleika.
Suðuroyggin er tann oyggin í Føroyum, sum liggur longst burturi frá meginøkinum. Ferðasamband er sjóvegis við Smyrli og luftvegis við tyrluni. Smyril siglir 2-3 ferðir um dagin av Krambatanga og tyrlan flýgur 2-3 ferðir um vikuna úr Froðba. Frástøðan til meginøkið er ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Fólkatalið í Suðuroy er minkað 16 prosent í árunum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki undir 20 ár minkað 31,5 prosent, og aldursbólkurin 20 til 39 ár minkaður 24,8 prosent.
Myndir
-
Ásmundarstakkur og økið vestanfyri Sandvík
-
Hvalba og Lítla Dímun
-
Norðbergseiði, eisini rópt Á Drátti, vestanfyri Hvalba
-
Grindabátar á Vágseiði
-
Pakkhúsini á Havnalagnum á Tvøroyri
-
Á Røðini vestanfyri Trongisvág
Bygdir
Sandvík, Hvalba, Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba, Øravík, Fámjin, Hov, Porkeri, Vágur, Nes, Akrar, Lopra, Víkarbyrgi, Sumba.
Slóðir
- Suðuroy Myndasavn á Flickr hjá Erik Christensen, Porkeri.
- Faroestamps.fo - Suðuroy
- MF Smyril
- Suðurrás, Suðuroyarportalurin
- Visitsuduroy.fo, Suðuroyar Kunningarstova