Munurin millum rættingarnar hjá "Avstralia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s r2.5.2) (bottur leggur aftrat: si:ඕස්ට්‍රේලියාව
Mjbmrbot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: rn:Australiya
Linja 263: Linja 263:
[[qu:Awstralya]]
[[qu:Awstralya]]
[[rm:Australia]]
[[rm:Australia]]
[[rn:Australiya]]
[[ro:Australia]]
[[ro:Australia]]
[[roa-rup:Australia]]
[[roa-rup:Australia]]

Endurskoðan frá 1. jan 2011 kl. 10:30

Commonwealth Of Australia
Flagg Avstralia
(Flagg Avstralia)
Skjaldarmerki Avstralia
(Skjaldarmerki Avstralia)
Tjóðarslagorð: Onki
(tíðliga: «Advance Australia»)
Tjóðsangur: Advance Australia Fair
Alment mál Enskt
Høvuðsstaður Canberra
Drotning Elisabeth II
Løgmaður Julia Gillard
Fullveldi 1. januar 1901
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
7 692 030 km²
1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2008
 - tættleiki
 
21 370 000
2,6/km²
Gjaldoyra Avstralskt dollar (AUD)
Tíðarøki UTC +8 til +11
Økisnavn á alnetinum .au
Telefonkota +61

Avstralia ella Australia (Enskt: Commonwealth Of Australia) er bæði ein heimspartur og eitt land; landið fevnir um allan heimspartin og um oyggjin Tasmania og summar minni oyggjar í Kyrrahavinum. Høvuðsstaður er Canberra, londinum hevur umleið 21 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er enskt. Størsti býurin er Sydney við 4,5 mió íbúgvar. Landið er stórt, næstan líka stórt sum Brasil. Har er lítið avfall, og tveir triðingar av landinum eru oyðimørk. Meginparturin av fólkinum býr í stórum býum við strondina. Norðan Torressund, bara 75 fjórðingar úr Avstralia, er Papua Ný Guinea. Í 1901 fekk Avstralia sjálvstýri og gjørdist sjálvstýrandi partur í bretska heimsveldinum, tá ið tey seks hjálondini vórðu savnað undir eina samveldisstjórn.

Søga

Fyri góðum 200 árum síðan búði bara upprunafólk, aboriginar, í Avstralia.

Í 1770 sigldi bretski rannsóknarfarin James Cook inn í Botanyflógva og lýsti nýfunna landið sum breskt land.

Um 1880 var Avstralia í seks hjálondum. Hvørt teirra hevði egnu fyrisiting og var beinleiðis undir bretsku stjórnini. Mong húski høvdu búð har í fýra ættarlið. Mentanarliga sambandið ímillum Avstralia og Bretland var farið at dragna, og avstraliar høvdu fingið sín egna samleika; teir skapaðu sína egnu list og høvdu enntá kriketlið, sum spældu ímóti bretskum liðum. Arbeiðarafeløgini hildu fyrsta landsfund sín at skunda undir nýskipanir, til dømis ar arbeiðsdagurin skuldi verða í mesta lagi 8 tímar. Hjálondini samdust um at leggja saman. Í 1901 varð ein stjórn stovnað, ið hevði myndugleika yvir Avstraliasamveldinum, sjálvt um hvørt hjáland hevði sína egna økisfyrisiting. Samveldisstjórnin var enn undir bretskum yvirvaldi, men sum árini liðu, fekk hon alt størri og størri sjálvræði. Tey ríku í Avstralia kendu seg enn sum bretar, men fátæku arbeiðaranir kendu seg heldur sum avstraliar. Sterk arbeiðarafeløg førdu sjálvstýrispolitikk, umframt at tey stríddist fyri at bøta um kor arbeiðaranna.

Mangir tilflytarar komu higar; Teir fyrstu úr Bretlandi og øðrum londum í Evropa, men seinni eisini úr Ásia. Øll hava tey verið við til at skapa fjølbroyttu mentanina í hesum ovurstóra landi. Ull, hveiti og steinsløg sum til dømis jarnmálmur, kol og kopar hava gjørt Avstralia til múgvandi land, og flestu fólk hava góð lívskor.

Orðið aborigin merkir ,,úr upphavi”, og upprunafólkið sigur seg hava búð í Avstralia, síðan heimurin varð til. Tey lagaðu seg eftir náttúruni, sum var teimun alkunnug: Konufólkini savnaðu frukt, nøtir og ormverur, og menninir veiddu dýr - kenguru og posabjørn. Grundarlagið undir mentan teirra er dreymatíðin, tíðin tá ið heimurin og alt livandi vórðu skapað.

Búskapur

Avstralia hevur ein tann størsta búskaparvøksturin í heiminum. Avstralia er eitt land, sum er sera fíggjarliga framkomið, sum er av tí, at atgongd er til nógvar ressursir. Mineralir, petroleum, kol og gull er tað, sum útflutt verður mest av, og landið framleiðir 95 % av verðins opalum. Avstralia framleiðir eisini mest av ull útflytir mest neytakjøt. Í landinum eru 140 miljónir seyðir og 24 miljónir neyt. Mest handilssamband hava avstraliubúgvar við Japan, og teir hava fríhandilsavtalu við USA. Tey seinastu árini er turisman eisini farin at geva nógvan pening av sær.

Landafrøði

Turrasti heimspartur, har fólk býr, er Avstralia – og eisini flatasti og har jørðin gevur minst av sær. Bara í landssynningshorninum er liviligt í veðrinum, og flest fólk búgva har, har tað eisini er subtropiskt. Í norðurparturin av landinum er tropiskt veður, og har veksur skógur, regnskógur, landslag við slættum, mangrovublotar og oyðimørk. Veðurlagið ávirkast sera nógv av havstreymum, og serliga fyribrigdinum El Niño, sum ger so tað stundum er turkur, og av tropiskum lágtrýstsstreymum, sum gera syklonir har norðuri í landinum. Verðins størsta korallriv, Korallrivið Mikla, gongur 2000 km eftir landnyrðingssjóvarmálanum. Verðins størsti monolittur, Mount Augustus, liggur í vesturavstralia.
Hægsti depil er Koscluskofjall, sum er 2229 m.


Kort yvir Avstralia (trýst á myndini)


Landslutur Høvuðsstaður Íbúgvar
1 New South Wales Sydney 6 817 100
2 Victoria Melbourne 5 110 500
3 Queensland Brisbane 4 164 590
4 Western Australia Perth 2 050 900
5 South Australia Adelaide 1 558 200
6 Tasmania Hobart 489 600
7 Northern Territory Darwin 207 700
Avstralia Canberra 20 398 590


Sí eisini

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA