Munurin millum rættingarnar hjá "Metal"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: scn:Mitallu
FoxBot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: tr:Metal
Linja 112: Linja 112:
[[th:โลหะ]]
[[th:โลหะ]]
[[tl:Metal]]
[[tl:Metal]]
[[tr:Metal (kimya)]]
[[tr:Metal]]
[[ug:مېتال]]
[[ug:مېتال]]
[[uk:Метали]]
[[uk:Метали]]

Endurskoðan frá 11. des 2010 kl. 20:57

Metal.

Metal er eitt felgsheiti fyri metallisku frumevnini og sambræðingar av hesum.

Millum mest nýttu metallini kunnu nevnast jarn, kopar, sink, aluminium, tin og blýggj. Millum mest nýttu sambræðingar kunnu nevnast stál, messing og bronsa.

Virðismiklastu metallini kallast góðmetallir, t.d. platin, silvur og gull.

Eginleikar

Metallir hava tríggjar felags eginleikar. Tey leiða streym, eru góðir hitaleiðari og hava metalglans. Hesir eginleikar hava metallini grunda á hvussu atomini í metallunum eru bundin saman. Hendan samanbinding verður kallað metalbinding.

Metallir hava lyndi til at avgeva elektronir, sum ger at metallið verður til eina positiva jon. Fríu elektronirnar, sum eru avgivnar, skapa eitt rundanumliggjandi elektronskýggj. Hetta skýggið heldur metaljonirnar saman i einari metalgrind. Grindin ger, at metallið glansar, meðan tær fríu elektronirnar gera streym- og hitaleiðingina gjørliga.

Søga

Fyrsta metal, framleitt úr evnafrøðiligum sambræðingum, var helst kopar. Grikkarnir framleiddu kopar á tann hátt, at teir skerdi kopar(II)jonir við trækol. Hesin teknikkur hevur eisini verið brúktur til at framleiða aðrar málmar. Umleið ár 2000 f.Kr. var møguligt at framleiða kopar (Cu), antimon (Sb), tin (Sn) og blýggj (Pb).

Tá tað var uppdagað, at kopar og tin saman skapa eina harða málmblanding, nevniliga bronsu, fekk bronsan ein sera týdningarmiklan leiklut. Herðan í bronsuni gjørdi hana væl egnaða til amboð og vápn í tíðini, sum vit í dag kalla bronsuøldin.

Fyri at kunna framleiða jarn, skal hitin vera nógv hægri enn tá framleitt verður kopar. Funnir lutir benda á, at fólk í Miðjarahavslondunum, umleið 1500 f.Kr., hava framleitt jarn. Teknikkurin hevur síðani spreitt seg spakuliga upp ígjøgnum Europa. Elstu størri ovnar til jarnframleiðslu eru funnir umleið 1200 f.Kr. í Týsklandi.