Munurin millum rættingarnar hjá "Betlehem"
s bottur leggur aftrat: war:Belen |
s bottur leggur aftrat: ur:بیت اللحم |
||
Linja 112: | Linja 112: | ||
[[ug:بېتلېخېم]] |
[[ug:بېتلېخېم]] |
||
[[uk:Вифлеєм]] |
[[uk:Вифлеєм]] |
||
[[ur:بیت اللحم]] |
|||
[[vec:Betleme]] |
[[vec:Betleme]] |
||
[[vi:Bethlehem]] |
[[vi:Bethlehem]] |
Endurskoðan frá 20. apr 2010 kl. 08:59
Grunddáta | |
---|---|
Land: | Palestina |
Íbúgvar (2006): | 29 930 |
Staðseting: | 31°42′11″N 35°11′44″E |
Heimasíða: | Betlehem-City.org |
Betlehem (31° norðurbreidd 35° eysturlongd) (hebraiskt: בית לחם, arábiskt: بيت لحم) er býur í Palestina. Kristindómurin byrjaði í Betlehem. Jesus var føddur í Betlehem fyri umleið 2000 árum síðani. Í Betlehem eru 20 % av fólkinum kristin. Fyri nøkrum árum síðani vóru umleið helvtin kristin.
Ár | Fólkatal |
---|---|
1961 | 22,450 |
1983 | 16,300 |
1997 | 21,930 |
2004 | 28,010 |
2005 | 29,020 |
2006 | 29,930 |
Ferðavinna
Talið á ferðafólkum, sum koma til føðibý Jesusar, Betlehem, økist í stórum. Hetta ber eisini í sær búskaparligan vøkstur í palestinsku sjálvstýrisøkjunum. Í Betlehem er talið av ferðafólki og pílagrímum í 2008 vaksið við 96,5 prosentum í mun til 2007. Meiri enn 1,1 millión ferðafólk hava vitjað býin, og í háárstíðini, sum er um jólini, eru enn fleiri ferðafólk væntandi til Betlehems. Eitt yvirlit yvir teir fyrstu níggju mánaðirnar í 2008, vísir, at árið í ár verður eitt metár, tá talið á vitjandi umræður, síðani tann sokallaða "intifadan" byrjaði í 2000. Sambært ísraelska ferðavinnuráðnum er orsøkin til tann stóra vøksturin í ferðafólkatalinum, at tað hevur verið hampiliga friðarligt í Betlehem síðani 2006, men eisini tí, at tað nú gongur skjótari at koma framvið ísraelsku eftirlitsstøðunum kring býin, og tí er ikki neyðugt at standi í bíðirøðum í tímavís. Saman við Betlehem, er ferðafólkastreymurin til Jeriko eisini vaksin við umleið 46 prosentum síðani 2007. Hesir báðir býirnir verða mettir at vera teir friðarligastu í palestinsku sjálvstýrisøkjunum, og eru lutfalsliga lættir at koma til og frá Jerúsalem.