Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Borgarakríggið"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
MastiBot (kjak | íkøst)
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: yo:Ogun Abẹ́lé Amẹ́ríkà
Linja 105: Linja 105:
[[war:Gyera Sibil Amerikanhon]]
[[war:Gyera Sibil Amerikanhon]]
[[yi:אמעריקאנער בירגערקריג]]
[[yi:אמעריקאנער בירגערקריג]]
[[yo:Ogun Abẹ́lé Amẹ́ríkà]]
[[zh:南北战争]]
[[zh:南北战争]]
[[zh-classical:南北戰爭]]
[[zh-classical:南北戰爭]]

Endurskoðan frá 27. mar 2010 kl. 21:42

Amerikanska Borgarakríggið (18611865) brast av álvara á tann 12. apríl í 1861. Kríggið herjaði um stóran part av USA. Tríggjar milliónir amerikumenn kríggjaðust og 600 000, tað vil siga tvey prosent av fólkinum í landinum, lat lív. Heimini vórðu hermannabúðir og kirkjur og skúlar vórðu sjúkrahús. Frá 1861 til 1865 bardust amerikumenn sum óðir móti hvørjum øðrum. Orsøkirnar vóru mangar. Men tað, sum byrjaði sum eitt stríð um rættindi í einstøkum statum, endaði sum eitt kríggj um, hvat frælsi í Amerika í grundini hevði at týða.

Herarnir í borgarakrígnum høvðu góð vápn. Øll framleiðsluvinna í Norðurstatunum legði seg eftir at menna vápnaframleiðsluna og bara í 1862 fingu tey 240 einkarrættir til vápn. Fyri fyrstu ferð sóust tokkanónir, landminur, kikarasikti, hernaðartelegrafar og byrsur sum skutu nógv skot og skjótt.

Í 1862 visti Lincoln, at tað ikki var gjørligt at endurreisa gamla samveldið. Neyðugt var at gera eitt nýtt, og Lincoln metti, at bara avtøkan av trældóminum kundi styrkja hugskotið um eitt nýtt samveldi. Hann bíðaði eftir einum sigri, so hann kundi senda út boðini um avtøkuna av trældóminum. Men hann noyddist at bíða leingi.

Les meira á USA.

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA