Munurin millum rættingarnar hjá "Sagrada Família"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: vls:Sagrada Família
Xqbot (kjak | íkøst)
Linja 47: Linja 47:
[[pt:Templo Expiatório da Sagrada Família]]
[[pt:Templo Expiatório da Sagrada Família]]
[[ro:Sagrada Família]]
[[ro:Sagrada Família]]
[[ru:Саграда Фамилия]]
[[ru:Собор Святого Семейства (Барселона)]]
[[sl:Sagrada Familia]]
[[sl:Sagrada Familia]]
[[sr:Саграда Фамилија]]
[[sr:Саграда Фамилија]]

Endurskoðan frá 26. jan 2010 kl. 17:29

Sagrada Família

Sagrada Família er kirkja í Barcelona í Katelónia, Spania. Kirkjan í Barcelona er millum heimsins kendastu kirkjur, hetta hóast hon ikki er liðug enn. Hon hevur verið í gerð í 125 ár. Kendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudí (25. juni 185210. juni 1926), teknaði kirkjuna, og byggingin byrjaði í 1883. Gaudí doyði í 1926, og fleiri av fremstu innan sponsku mentanarelituna halda, at byggingin skuldi verið steðgað longu tá. Seinastu metingarnar siga, at kirkjan kann verða liðug í 2030.

Ein bólkur við 400 limum úr sponsku mentanarelituni krevur nú, at steðgast skal beinanvegin, tí nógvar broytingar eru framdar, sum sambært teimum ikki eru í tráð við andan hjá Gaudí. Antoni Gaudí tók ætlanir sínar við í grøvina, tá hann í 1926 varð yvirkoyrdur av einum sporvogni og lat lív 74 ára gamal. Síðan hava aðrir arkitektar strevast við at fullføra verkið, men hetta hevur ikki verið lætt, tí Gaudí broytti fleiri ferðir ætlanir sínar. Eisini oyðiløgdu anarkistarnir tekningar undir borgarakrígnum í 30-unum, so arkitektar nú arbeiða við endurskapanum av uppruna tekningunum.

Útvortis ávísing

Kelda