Munurin millum rættingarnar hjá "Uganda"
Mr Accountable (kjak | íkøst) skjald EscudoUganda.PNG |
s bottur leggur aftrat: fiu-vro:Uganda |
||
Linja 85: | Linja 85: | ||
[[fa:اوگاندا]] |
[[fa:اوگاندا]] |
||
[[fi:Uganda]] |
[[fi:Uganda]] |
||
[[fiu-vro:Uganda]] |
|||
[[fr:Ouganda]] |
[[fr:Ouganda]] |
||
[[frp:Oganda]] |
[[frp:Oganda]] |
Endurskoðan frá 15. nov 2009 kl. 01:10
| |||
Tjóðarslagorð: For God and My Country | |||
Tjóðsangur: Oh Uganda, Land of Beauty | |||
Alment mál | Enskt, Swahili | ||
Høvuðsstaður | Kampala | ||
Forseti | Yoweri Museveni | ||
Løgmaður | Apolo Nsibambi | ||
Fullveldi | 9. oktober 1962 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
236,040 km² 15.39 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
30 262 610 119/km² | ||
Gjaldoyra | Ugandiskur skillingur (UGX) | ||
Tíðarøki | UTC +3 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ug | ||
Telefonkota | +256
| ||
Uganda (enskt; Republic of Uganda, swahili; Jamhuri ya Uganda), ella Lýðveldi Uganda er stórt land í Eysturafrika við umleið 30 mió íbúgvar.
Søga
Fyri tað, at Uganda loysti frá Bretlandi, var tað ríkt land. "Perlan í Afrika" kallaði kendi politikarin Winston Churchill tað. Men í 1986 var landið oyðilagt og á húsagangi. Frá 1971 til 1979 stýrdi rái einaræðisharrin Idi Amin landinum. Túsundtals menniskju vórðu jagstrað og myrd. Evropearar og ásiatar vórðu riknir av landinum, og hald varð steðgað, tá ið umheimurin varnaðist, hvussu rotið og harðrent Idi Amin-stýrið var. Í 1979 varð Idi Amin rendur frá og flýddi, men viðurskiftini batnaðu ikki fyrr enn í 1986, tá ið Yoweri Museveni kom til valdið og gjørdist forseti í landinum. Uganda stríðist nú við at endurreisa búskapin og fáa í gildi fólkaræðiliga stýrisskipan.
Búskapur
Olja
Í Uganda eru ovurstórar nøgdir av olju funnar, og í 2009 byrjar beinhørð kapping millum heimsins størstu oljufeløg, ið síggja sær møguleika fyri vinningi í landinum. Startskotið til hetta var í januar 2009, tá kanadiska oljufelagið Heritage Oil fann tað, sum helst er størsta fund á landi sunnanfyri Sahara. Hetta fund ber heitið "Giraffe 1", og metingin sigur, at har finnast í minsta lagi 400 milliónir tunnur av olju. Síðan hava útlendsk oljufeløg funnið tíggjutals onnur fund har vesturi í Uganda. Til samanberingar kann nevnast, at í sjeytiárunum vóru oljufundini í Norðsjónum 400 milliónir tunnur. Nýggjasta metingin haðani er, at umleið 20 milliónir tunnur eru eftir, áðrenn liðugt er við olju úr Norðsjónum. Kandiska Heritage Oil hevur borað átjan brunnar í Uganda, og í øllum brunnunum varð olja funnin. Síðsta oljufelag, ið fann olju í Uganda, var írsk-bretska Tullow Oil í august 2009. Hetta felag metir, at minst 700 milliónir tunnur eru í vestara partinum av Uganda.