Munurin millum rættingarnar hjá "Evangelium"

Jump to navigation Jump to search
3.774 bytes tikin burtur ,  11 ár síðan
Blanked the page
s (bottur leggur aftrat: fi:Evankeliumit)
(Blanked the page)
'''Evangelium''' er heitið, sum [[Kristindómur|kristna]] frumkirkjan gav bókum, sum vórðu skrivaðar um lív [[Jesus]]ar. Tey fýra kanonisku evangeliini eru tey eftir [[Matteus]], [[Markus]], [[Lukas]] og [[Jóhannes]].
 
== Orðið ==
[[Orð]]ið "evangelium" kemur frá forngriska ευανγγέλιον, sum merkir góð ("εύ") tíðindi ("ανγγελίον"). [[Orð]]ið var fyrst og fremst nýtt av rómverska keisaraveldinum, tá ið ein nýggjur [[keisari]] varð settur. Evangelii, góð tíðindi, vóru send runt alt ríkið, at boða frá hesi hending. Tey fyrstu [[Kristindómur|kristnu]] brúktu hetta [[orð]]ið fyri at boða at tann, í teirra eygum, veruligi [[keisari]]n, Kongur konganna, [[Jesus]] var føddur.
 
== Synoptisku evangeliini ==
Tey fyrstu trý evangeliini, Matteus, Markus og Lukas, verða rópt tey synoptisku evangeliini, tí tey eru í stóran mun bygd á hvørt annað. Í støðum sitera tey hvørt annað beinleiðis, í øðrum førum sitera og leggja tey ymiskt aftrat ella takað ymiskt burtur. Ymiskar teoriir eru um hvussu hendan ritstjóran er farin fram. Spurningurin um hesa ritstjóran verður róptur [[synoptiski trupulleikin]]. Summi vísa til eina ókenda keldu, kallað [[Q]] (stytting av týska orðinum "Quelle", sum merkir kelda), sum evangelistarnir bygdu sína skriving á. Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið hjá Markus var tað fyrsta, sum varð skrivað. Sambært summum kemur síðani Matteus og so Lukas. Ósemja er um nær synoptisku evangeliini vórðu skrivað, men vanligt er at siga, at tað eftir Markus varð skrivað í 50-60, Matteus umleið 70 og Lukas umleið 80.
 
== Jóhannes ==
Flest allir granskarar eru samdir um, at evangeliið eftir Jóhannes var tað seinasta evangeliið, sum varð skrivað. Hetta tí, at Jóhannes hevur mest mentu gudfrøðina av øllum evangeliunum. Granskarar meta at Jóhannesar evangeliið varð skrivað í 90-100.
 
== Onnur evangeliir ==
Tað vóru nógv onnur evangeliir skrivað enn tey fýra kanonisku. Tað kendasta av hesum er óivað tað eftir [[Evangeliið eftir Tummas|Tummas]]. Onnur eru tey eftir Mariu Magdalenu, Pætur, Jákup og Judas, millum annað. Nógv av hesum høvdu sín uppruna í [[gnostiskur kristindómur|gnostisku]] rørslunum, sum tóku seg upp í 2. øld e.Kr. So at siga allir granskarar eru samdir um, at hesi evangeliir ikki eru søguliga eftirfarandi.
 
[[Bólkur:Kristindómur]]
 
[[ar:الإنجيل]]
[[arc:ܐܘܢܓܠܝܘܢ]]
[[az:İncil]]
[[be:Евангелле]]
[[be-x-old:Дабравесьце]]
[[bg:Евангелие]]
[[br:Aviel]]
[[ca:Evangeli]]
[[cs:Evangelium]]
[[cu:Благовѣствова́ниѥ]]
[[cy:Efengyl]]
[[da:Evangelium]]
[[de:Evangelium (Buch)]]
[[el:Ευαγγέλιο]]
[[en:Gospel]]
[[eo:Evangelio]]
[[es:Evangelio]]
[[et:Evangeelium]]
[[eu:Ebanjelio]]
[[fa:انجیل]]
[[fi:Evankeliumit]]
[[fr:Évangile]]
[[fur:Vanzeli]]
[[got:𐌰𐌹𐍅𐌰𐌲𐌲𐌴𐌻𐌾𐍉]]
[[he:בשורות]]
[[hr:Evanđelje]]
[[hsb:Ewangelij]]
[[ht:Levanjil]]
[[hu:Evangélium]]
[[ia:Evangelio]]
[[id:Injil]]
[[it:Vangelo]]
[[ja:福音書]]
[[jv:Injil]]
[[ka:სახარება]]
[[ko:복음서]]
[[la:Evangelium]]
[[lb:Evangelium]]
[[li:Evangelie]]
[[lmo:Vangél]]
[[mk:Евангелие]]
[[nds:Evangelium]]
[[nl:Evangelie]]
[[nn:Evangelium]]
[[no:Evangeliene]]
[[nrm:Évaungùile]]
[[pl:Ewangelia]]
[[ps:انجيل]]
[[pt:Evangelho]]
[[ro:Evanghelie]]
[[ru:Евангелие]]
[[sc:Vangelu]]
[[scn:Vanceli]]
[[simple:Gospel]]
[[sl:Evangelij]]
[[so:Injiil]]
[[sq:Ungjilli]]
[[sr:Јеванђеље]]
[[sv:Evangelium]]
[[sw:Injili]]
[[th:พระวรสาร]]
[[tl:Ebanghelyo]]
[[tr:İncil]]
[[uk:Євангеліє]]
[[ur:انجیل]]
[[wa:Evandjîle]]
[[zh:四福音书]]
Dulnevndur brúkari

Navigatiónsskrá