Munurin millum rættingarnar hjá "Teitur Lassen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
Arne List (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Teiturpiano.jpg|thumb|right|250px|Teitur Lassen]]
[[Mynd:Teitur Lassen 20090502-DSCF1739.jpg|thumb|right|250px|Teitur Lassen]]
'''Teitur Lassen''' er føddur í [[Føroyar|Føroyum]] tann [[4. januar]] [[1977]]. Hann er ein tann fremsti [[Føroyar|føroyski]] sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið [[Universal]], givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45.000 eintøk) undir heitinum "[[Poetry and Aeroplanes]]".
'''Teitur Lassen''' er føddur í [[Føroyar|Føroyum]] tann [[4. januar]] [[1977]]. Hann er ein tann fremsti [[Føroyar|føroyski]] sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið [[Universal]], givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45.000 eintøk) undir heitinum "[[Poetry and Aeroplanes]]".


Linja 73: Linja 73:


* [[Mark No Limits]]
* [[Mark No Limits]]

{{commonscat|Teitur Lassen}}


[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar|Lassen, Teitur]]
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar|Lassen, Teitur]]

Endurskoðan frá 7. mai 2009 kl. 12:03

Teitur Lassen

Teitur Lassen er føddur í Føroyum tann 4. januar 1977. Hann er ein tann fremsti føroyski sangarin og hevur yrkt nógvar sangir. Hansara tónleikastílur er singer/songwriter. Hann hevur í samstarvi við altjóða plátufelagið Universal, givið út eina stórtseljandi fløgu (selt umleið 45.000 eintøk) undir heitinum "Poetry and Aeroplanes".

Lívssøgan hjá Teiti

Teitur. Er hann nevndur, er hann kendur. Teitur hevur altíð fingist við tónleik, men hvør hevði trúð, at hesin bleiki og klæntrasligi havnadrongurin fór at sleppa á konsertferðir til Kanada og skapa sær ein stóran fjepparaskara bæði heima og uttanlands. Fyrstu ferð føroyingar hoyrdu um Teit Lassen var í samband við bólkin Mark No Limitz, har kend fólk sum Mark Joensen og Malan Eyðunsdóttir spældu við. Teitur var forsangari. Bólkurin luttók í Prix Føroyum í 1997 og endaði við at vinna kappingina. Mark No Limitz spældi mest lættisoppa og søtan popp við fangandi rútmum. Síðani hoyrdi man lítið og einki frá Mark No Limitz, og til endans fór bólkurin hvør til sítt. Bæði Malan Eyðunsdóttir, Mark Joensen og Teitur byrjaðu hvør sítt solo-projekt. Teitur royndi seg við fløguni “Sólin og regnið”, ið kom út í 2002. Í dag vil hann ikki rættiliga kennast við fløguna, ið av ymiskum orsøkum gjørdist ein fusari – ikki ein ordilig Teitur-fløga, sum hann málber seg. Teitur flutti til London. Tá byrjaði hann at liva av tónleikinum hjá sær. Tað gekk so mikið væl hjá honum, at Universal skrivaðu sáttmála við hann, og hann fekk eitt umboðsfólk, Christian Ulf-Hansen. Teitur gav fløguna “Poetry and Aeroplanes” út í 2003 við plátufelagnum Universal. Hildið var, at hetta fór at geva Teiti eitt altjóða gjøgnumbrot, men ístaðin bleiv hann bert eitt av teimum mongu listafólkunum, Universal hevur sáttmála við. Teitur spældi løg av tí nýggju fløguni í samband við Prix Føroyar 2003, men hetta var ikki væl móttikið av lurtarafjøldini. Tá fløgan kom út tveir mánaðir seinni, gjørdist hon sera væl móttikin í Føroyum, har Teitur var við at gerast tað heilt stóra innan føroyskan tónleik. Vænti ikki, at sáttmálin hjá Teiti við Universal var tikin í álvara millum almenningin, fyrrenn fløgan kom út. Teitur kendi seg ikki væl at samstarva við Universal. Í 2005 gekk sáttmálin hjá honum út. Hann stovnaði við Christian Ulf-Hansen egið plátufelag, kallað Arlo & Betty recordings Ltd. Plátufelagið eitur eftir tveimum gittarum hjá Teiti. Longu í 2006 kom fløgan “Stay under the Stars” út. “Stay under the Stars” gjørdist beinanvegin tað heilt stóra. Sangir sum “Louis, Louis” og “Don´t want you to wake up” rungaðu í útvarpinum. Teitur fór konsertferðir til USA og Kanada, hann spældi nógv í norðanlondum og hann var við í nógvum sjónvarps- og útvarpssendingum. Tá hóvastákið, ið “Stay under the Stars” hevði við sær, var við at leggja seg, kom Teitur út við einari føroyskari fløgu: “Káta Hornið”. Fleiri ummælarar undraðust á, hví Teitur vendi aftur til tað føroyska málið. Teir hildu, at hendan fór at vera ein fusari í sama stíl sum “Sólin og regnið”, men so var als ikki. “Sólin og regnið” og “Káta Hornið” eru torførar at samanlíkna. Stílurin er heilt ymiskur á teimum báðum fløgunum. Tá ið “Káta Hornið” kom út, vóru yvirskriftir sum “Meistaraverkið hjá Teitur” og “Vælkomin heim Teitur” at síggja í fjølmiðlunum. Fløgan bleiv skjótt tað heilt stóra, og Teitur víðkaði sína lurtara-fjøld. DMA er eitt award-show, ið verður hildið í Danmark. Teitur vann heitið sum besti sangari í Danmark ár 2007. Mæt nøvn sum Simon Kvam, Troels Abrahamsen og Thomas Helmig vóru nomineraðir til sama heiti. Men klæntrasligi havnadrongurin vann á teimum øllum, og valdi at geva sína takkar-talu á føroyskum. Teitur býr enn í London. Hann skrivar sangir og løg av hjartans hugi, og hann arbeiðir við tí nýggju fløguni, “The Singer” ið kemur út í februar 2008.

Ritverkið hjá Teiti

Teitur Lassen hevur givið 5 fløgur út. Av tí, at Teitur longu var kendur millum føroyingar sum forsangarin í Mark No Limitz, slapp hann undan at markera seg av nýggjum. Hetta gjørdi bara, at fleiri fólk keyptu fløguna “Sólin og regnið”. Fólk vóru als ikki bergtikin av fløguni. Tey hildu, at hon var einkisigandi. Tó eru tað nógv, ið halda, at “Sólin og regnið” er besta fløgan hjá Teiti. Hon er ikki marknaðarførd á sama hátt sum hansara nýggjaru fløgur, og lættari er at kenna seg aftur í tekstunum í teimum sangunum. Sangirnir vóru skrivaðir samanhangandi á sumri 2002, tá Teitur var heima í summarfrí. Teitur heldur sjálvur, at hetta ikki er ein rættilig Teitur-fløga. Fyrsta Teitur-fløgan kom út í 2003 og var nevnd “Poetry and Aeroplanes”. “Poetry and Aeroplanes” varð væl móttikin av flestu ummælarum og lurtarum. Hendan fløgan var tann, ið var grundvøllurin hjá Teiti í altjóða høpi. Fløgan var sera væl seld í Amerika. “Poetry and Aeroplanes” var sera væl marknaðarførd, og Teitur spældi nógvar konsertir í samband við útgávuna. Onnur Teitur-fløgan varð nevnd “Stay under the Stars” og varð givin út í 2005. Her heldur Teitur áfram við sínum søgum um lívið, heimin og kærleika. Fløgan var á top-10 listum í Danmark, og Teitur var biðin at spæla á fleiri festivalum í Evropa. Sjálvt um »Stay Under the Stars« hevur selt betur í Evropa enn “Poetry and Aeroplanes”, so er søgan júst tann øvugta í USA, ið annars hevur verið kjarnumarknaðurin hjá Teiti.

“Tað hevur ikki gingið so væl at marknaðarføra »Stay Under the Stars« í USA. Plátufelagið, ið vit gjørdu útbreiðslusáttmála við haryviri, hevur ikki gjørt ein skit av øllum tí, sum tað lovaði, og harumframt kiksaði ein týdningarmikil útgávukonsert, tí eg fekk ikki neyðuga visumið. Alt var klárt, og tað sótu 50 amerikanskir tónleikajournalistar og bíðaðu í einum konsertsali í New York, men har dukkaði eingin Teitur upp. So tað var nakað lort”, fortelur Teitur erliga.

Teitur hevur fingið nógv rós fyri sína seinastu útgávu »Káta hornið«, har hann aftur roynir seg á føroyskum, og viðger føroyska samfelagið anno 2007. Á nýggju fløguni, “Káta Hornið”, tekur Teitur veruliga blaðið frá munninum og sigur sína hugsan um nógv føroysk viðurskiftir. Hann syngur um vantandi tolsemi og religiøsa fanatismu í Føroyum; um málsligt snævurskygni, og at Havnin í roynd og veru er ein lítil bygd, hóast havnarfólk alla tíðina royna at sannføra bæði seg sjálvi og onnur um tað øvugta. Fløgan er tann einasta, ið hevur megnað at fingið 6 stjørnur út av 6, tá ið fløgur verða ummældar í Dimmalætting:

Káta hornið”, osar av stemningi, spæligleði og yvirskoti og er snøgt sagt besta føroyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting. 11 skeringar, ið eru at rokna sum ein long perlurøð av framúrskarandi væl komponeraðum og yrktum sangum av okkara klárt sterkasta sangskrivara”

Hetta skrivaði Uni Leitistein Hansen tá hann ummældi nýggju fløguna hjá Teiti í Dimmalætting. ”Káta Hornið” markerar uppaftur týðuligari tónlistarligu broytingina, ið er í gongd í Teiti. Hendan broytingin var longu byrjað á “Stay Under the Stars”, ið var væl leysari framleidd enn poleraða “Poetry and Aeroplanes”.

“Heldur enn at fara hinvegin aftur, so havi eg meira hug til at gera mín enska tónleik soleiðis, sum tónleikurin á »Káta Horninum« er. Eg havi meir og meir innsæð, hvønn leiklut mín føroyska barlast hevur í mínum virki sum sangari og sangskrivari, og at allir teir ensku sangirnir spretta eisini burtur úr hesari somu barlast. Hetta er eisini fyrsta fløgan, ið eg sjálvur havi framleitt, og tað hevur gjørt, at eg kenni meg nógv búnaðan sum tónleikara. Eg tori at gera nøkur val við mínum tónleiki og leiða hann ein ávísan veg, og eg haldi, at tónleikurin er meira Teitur enn nakrantíð”, staðfestir Teitur.

Hóast “Káta Hornið” ikki verður mett sum tann mest lurtara- ella útvarpsvinarliga Teitur-útgávan, verður sagt, at hon er tann tónlistarliga sterkasta útgávan, Teitur higartil hevur latið úr hondum. Ein heit, livandi og ótrúliga væl samanskrúvað fløga, ið hevur nógv á hjarta og bara veksur við hvørjari gjøgnumspæling.


Sólin og regnið 2002
Poetry and Aeroplanes 2003
Stay under the Stars 2006
Káta Hornið 2007
The Singer 2008

Teitur tekur vanligar býarmyndir og brúkar tær til at seta eitt huglag. Myndirnar eru sera sigandi og lættar at skilja. Tær tosa líka nógv til undirvitskuna sum til vitskuna.

Tíðarrák

Á ein hátt ber til at siga, at Teitur við »Káta horninum« gongur í fótasporunum hjá Kára P. í 70'unum og Frændum í 80'unum. Hann er vorðin røddin hjá sínum ættarliði. Ein rødd, ið viðger tíðarinnar rák, tvístøður og setur orð á kenslur og spenningar, sum bilgjast í yngru ættarliðunum. Hetta er ein leiklutur, ið klæðir Teiti, sum við sínum tónlistarliga virki longu er gingin undan og hevur kveikt eina trúgv á egin evni í ungum føroyingum.

“Eg haldi, at eg sigi tingini, sum tey eru. Eg og tey ungu fólkini, ið eg deili mítt lív við, vit halda hatta har. Hatta er mín veruleiki. Og ja, nógv viðurskifti eru virkuliga býtt í Føroyum, men eg haldi, at ein sovorðin sum eg hevur ábyrgd at gera vart við hesi viðurskifti. Eg havi sæð, at eg fari at halda fram við at spæla tónleik, og at hetta er tað, ið eg brenni fyri at gera, og tískil er umráðandi at hava eitt gott fundament at standa á. Tá nyttar einki ikki at hava eina meining um tingini, tí so hevur tú einki stað at standa.”

Teitur viðger evni, ið eru uppi í samfelagnum. Hetta ger hann á ein heilt serstakan hátt. Tá ið hann syngur er tað stutt og greitt orðað. Hann hevur ein boðskap, ið hann sendir út til áhoyrararnar. Tørvur er á einum stuttum og greiðum boðskapi. Hettar tosar til ungdómin og aðrar áhoyrarar. Man fær ein steðg frá øllum tí háfloygda og tí, ið er lýst út í æsir. Stílurin er singer/songwriter, ið er algongdur um allan heim. Øll ljóð, ljóðføri, og orð skapa ein ávísan dám og søgu. Teitur hevur í øllum stillum greinað og neyvkannað arvaeginleikarnar hjá heimliga tónleikarliga dýrgripinum, sum hann er uppvaksin við gjøgnum Útvarp Føroya. Hann hevur brúkt hesa vitan til at genspleysa feita, føroyska retro-úttrykkið, ið myndar »Káta hornið« tónlistarliga. Hetta eru Tey av kamarinum, Faroe Boys, Simmi, Birni Dam, Havnarkórið, Herman Jacobsen, Kári P. og Hanus G. Hetta er tapet frá 50- og 60-unum og eitt sindur modni lukturin av gomlum teppi heima hjá ommu og abba. Hetta eru »Kvøðuljómarnar til sjófólkið« ein gráan, regnvátan sunnudag. Hetta er seigt, slavið og sorgblítt. Hetta er føroyskt, men mest av øllum, hetta er meistarligt.

Útgávur

Umframt

Hygg eisini at

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið