Jump to content

Símun av Skarði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 24. mar 2011 kl. 08:03 av Begemotas (kjak | íkøst) (création article FR à partir des articles Wikipedia "Símun av Skarði" en féroïen et en danois)
Símun av Skarði.

Símun av Skarði (3. mai 1872 - 9. oktober 1942) var fólkaháskúlastjóri í Havn. Hann var lærari og stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Setti saman við Rasmusi Rasmussen háskúlan á stovn 1899. Var eisini skald, yrkti m.a. tjóðsangin "Tú alfagra land mítt". Saman við Símun Paula úr Konoy gav hann út fyrsta føroyska barnablaðið, Ungu Føroyar (1907-10 og 1914-15). Símun av Skarði var í nøkur ár løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Útgivið

Háskúlamenninir Símun av Skarði høgrumegin og Rasmus Rasmussen vinstrumegin.