Jump to content

Robert A. Dahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Robert Dahl

Robert Alan Dahl (føddur 17. desember 1915, deyður 5. februar 2014) var ein amerikanskur granskari av norskum uppruna. Hann var professori í stjórnmálarfrøði á fróðskaparsetrinum Yale. Hann er kendur fyri sítt sjónarhorn á, hvussu fólkaræðið skal skipast.

Fólkaræðið

[rætta | rætta wikitekst]

Dahl meinti at øll fólkaræðislig umboð skulu hava somu møguleikar fyri verða hoyrd og sædd. Tí skulu fjølmiðlar vísa allar politikarar fyri almenningin á ein neutralan hátt. Veljarin kann hugsa kritiskt. Samstundis verða avmarkingar lagdar á fjølmiðlar, tá talan er um, hvussu nógv tann einstaki politikarin kann eksponerast, meðan valstríð er.

Tað eru 5 høvuðspunkt, sum liggja til grund fyri tað fullkomna fólkaræðið:

  • Allar atkvøður telja líka nógv
  • Somu møguleikar fyri øll at vísa sítt sjónarhorn
  • Vitan gjøgnum upplýsing
  • Borgararnir seta ta politisku dagsskránna
  • Allir vaksnir borgarar skulu hava somu rættindir

Sambært Robert Alan Dahl er tað hugsjónaliga fólkaræðið ein hugsjón, ein utopi. Tað fullkomna fólkaræðið finst ikki. Men mann kann royna røkka tí. Hendan royndin at røkka tað fullkomna fólkaræðinum, kallar Dahl "Polyarki". Sum mótsetning nevnir mann "monarki". Har "monarki" er einaræði, er "polyarki" ein stýriformur, har fleiri ráða. Treytirnar, fyri at eitt samfelag kann vera polyarki, eru 7 í tali:

  • Tey valdu umboðini taka tær bindandi avgerðirnar
  • Fræls og rættvís val. Valini av umboðunum eru reglulig, og tvang kemur ikki fyri
  • Vanligur valrættur. Í heila tikið skulu øll vaksin fólk kunna velja umboð
  • Vanligt valbæri. Øll vaksin skulu hava rætt til at stilla upp til val. Tó kann aldursmarkið fyri valbæri vera hægri enn tað til valrætt
  • Talu- og skrivifrælsið. Borgararnir hava rætt at gera vart við seg politiskt, uttan at vera í vanda fyri revsing. Á henda hátt hava borgarar rætt til at kritisera tey fólkuvaldu, stjórnuna, stýriformin, sosial og búskparlig viðurskifti og ta dominerandi hugsjónina
  • Informatiónsfrælsið. Borgararnir hava rætt til at leita eftir alternativum informatiónskeldum. Slík alternativ finnas og vera vard av lógini
  • Frælsið at stovna felagsskapir. Fyri at náa og varðveita tey nevndu rættindi, hava borgararnir eisini rætt til at stovna sjálvstøðugar felagsskapir. Sum fakfeløg, politiskir flokkar og áhugabólkar.