Public service

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Public service merkir orðarætt "almenn tænasta". Hetta hugtakið verður nýtt til at lýsa tær skyldur og uppgávur, sum almennir miðlar hava mótvegis statinum og fólkinum, samfelagið. Men tað er ikki semja um, hvat public service í grundini merkir, og hvat tað skal brúkast til. Í Føroyum hevur Kringvarp Føroya ein public service sáttmála við Mentamálaráðið.[1]

Ymsir týdningar av public service[rætta | rætta wikitekst]

  • Stuðla fólkaræði og útbúgva fólkið
  • Menna fólkið mentunarliga og uppdraga tað
  • Intigrera fólkið tjóðskaparliga og mentunarliga
  • Tað breiða og tað smala

Fjølmiðilin skal framleiða tilfar, sum er so mikið breitt at flest fólk møguligt síggja tað, samstundis sum tilfar skal framleiðast, sum ikki verður framleitt á tí fría marknaðinum.

Populistiskt public service[rætta | rætta wikitekst]

Framleidda tilfarið skal vera eitt alternativ til miðlarnar, sum ikki eru bundnir av public service. Fólkið er brúkarar í marknaði, har nógv er at velja ímillum. Tí skal public service miðilin gera tilfarið so tiltalandi sum møguligt. Ofta uppá ein undirhaldandi máta.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. MMR.fo, Public service-sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið tíðarskeiðið 1. januar 2011 til 31. desember 2013 (pdf-fíla)