Andorra
| |||
| Tjóðarslagorð: Virtus Unita Fortior | |||
| Tjóðsangur: El Gran Carlemany, Mon Pare Hin stóri Karlamagnus, faðir mín | |||
| Alment mál | Katanlanskt | ||
| Høvuðsstaður | Andorra la Vella | ||
| Spania hjáprinsur Franskur hjáprinsur |
Joan Enric Vives i Sicília Emmanuel Macron | ||
| StjórnarleiðArif | Xavier Espot Zamora | ||
| Fullveldi | Paréage 1278 | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
468 km² 0 | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
76 098 162/km² | ||
| Gjaldoyra | Evro | ||
| Tíðarøki | GMT +1 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .ad | ||
| Telefonkota | +376 | ||
Andorra (katalanskt: Andorra), alment: Prinsadømið Andorra (katalanskt: Principat d'Andorra) er eitt lítið landfast land í Útsynningsevropa í eystaru Pyreneunum og hevur mark við Spaniu og Frakland.
Høgt uppi í Pyrineafjøllum, á markinum ímillum Fraklands og Spania, er lítla landið Andorra. Landið er fríríki, og stjørnarovastar eru spanski biskupurin av Uruguel í landnyrðingsspania og franski forsetin í felag. Katanlanskt er alment mál; men mong tala eisini franskt og spanskt. Einasti stóri býur í landinum er høvuðsstaðurin, Andorra la Vella.
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Navnið "Andorra" er av ókendum uppruna, men (sambært Joan Coromines) heilt vist fyrirómverskt.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorrisk søga
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorriskur politikkur
Landið verður stýrt av einum tingi (Consell General) við 28 tingmonnum, sum velja ein syndikus og tveir hjálparmenn til at hava umsitingina í hondum.
Kommunur
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Kommunur í Andorra

Andorra hevur sjey kommunur, ið verða nevndar comuns (eintal comú):
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorrisk landafrøði
Á markinum millum Spania og Frakland er víðført fjallalendi, Pyreneurnar. Hetta eru høg fjøll, summir topparnir fara upp um 3,000 m. Í einum dali uppi millum fjøllini er eitt lítið sjálvstøðugt land, Andorra. Andorra er bert 468 ferkilometrar til ummáls. Føroyar eru tríggjar ferðir størri enn Andorra.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorriskur búskapur
Fólkasamanseting
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorrisk fólkasamanseting
Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Andorra; umleið 88 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2011.[1]
Mál
[rætta | rætta wikitekst]Tað almenna málið er katalanskt, men tó eru tað mong, ið tosa spanskt. Í Andorra hevur eisini spanskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál.
| Móðurmál | % |
|---|---|
| Katalanskt | 38,8% |
| Spanskt | 35,4% |
| Portugusiskt | 15% |
| Franskt | 5,4% |
| Onnur mál | 5,5% |
| 2005 3 PoliticaLinguistica.pdf Archived 2013-08-22 at the Wayback Machine | |
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]- Høvuðsgrein: Andorrisk mentan
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]
