Poul Nyrup Rasmussen
| Poul Nyrup Rasmussen | |
|---|---|
| Mynd:Poul Nyrup Rasmussen, Danmarks tidigare statsminister, numera EU-parlamentariker, talar vid Nordiska radets session i Stockholm.jpg, Poul Nyrup Rasmussen, Danmarks tidigare statsminister, numera EU-parlamentariker.jpg | |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 15. jun 1943 í/á Esbjerg kommuna |
| Alma mater | Københavns Universitet |
| Starv | politikari, búskaparfrøðingur |
| Politiskur flokkur | Socialdemokraterne |
| Trúgv | Lutheranisma |
| Mál | danskt mál |
| Heimasíða | http://www.nyrup.dk/nyrup/forside.asp?MIId=74 |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000121352556 |
| VIAF | 307149066738465602798 |
| LCAuth | n98054806 |
| IMDB | nm1306289 |
| Commons | Poul Nyrup Rasmussen |

Poul Oluf Nyrup Rasmussen (føddur 15. juni 1943 í Esbjerg) er danskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Danmark í tíðarskeiðnum 25. januar 1993 til 27. november 2001. Hann varð limur í Europa-Parlamentinum í tíðarskeiðnum 2004-09. Hann var formaður fyri danska Javnaðarflokkin (Socialdemokratiet) 1992 - 2002. Áðrenn tað var hann næstformaður fyri flokkin 1987 - 2002. Poul Nyrup varð útbúgvin Cand.polit frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet) í 1971. Hann var fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnir umboðandi valdømið Ringkøbings Amtskreds frá 10. mai 1988 til 2004.
Privat
[rætta | rætta wikitekst]Poul Nyrup Rasmussen er sonur Oluf Nyrup Rasmussen, sum var arbeiðsmaður, og Vera Nyrup Rasmussen, sum var vaskikona. Í 1966 gistist hann við Helle Mollerup.[1] Tey fingu dóttrina Signe (fødd 1969) sum tók lívið av sær í august 1993, eftir at hava verið psykisk sjúk eina tíð. Poul Nyrup og Helle Mollerup blivu skild í 1976. Í 1994 bleiv hann giftur við tí radikala politikaranum Lone Dybkjær.