Papýrus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Papýrus (P. BM EA 10591 recto column IX, byrjanin av linjunum 13-17)

Papýrus er eitt av heimsins elstu pappírum, sum varð gjørt í Egyptalandi fyri 4000 árum síðani. Papýrus varð gjørt úr plantuni Cyperus Papyrus. Uppskriftin upp á hetta tilfarið var so loynilig, at hon varð ikki skrivað niður, men borin munn av munni gjøgnum ættarliðini. Papýrus plantan varð roknað sum heilag, blóman sjálv var ímyndin av sólini, meðan hin tríhyrnti stelkurin var egyptiska teknið fyri ævinleika.