Norðuríshavið
Jump to navigation
Jump to search
Norðuríshavið eisini nevnt Íshavið og Arktiskahavið er eitt av heimsins fimm heimshøvum, og fevnir um tey arktisku økini. Hesi lond hava strond móti Norðuríshavinum: Noreg, Russland, USA, Kanada, Grønland og Ísland og víðari til Jan Mayen, Sørkapp á Svalbard, Bjarnoynna og Nordkapp.
Norðuríshavið fevnir um eitt økið á 10 milliónir km², við einum miðaldýpi á 1300 m og hevur eina vatnmongd á 12,4 milliónir km³. Av og á sæst Norðuríshavið umrøtt saman við Barentshavinum, Kyrrahavinum og Norskahavinum sum eitt samanhangandi arktiskt hav.