Jump to content

Mumi (Sjónvarpsrøð frá 1990)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mumi [a] er ein teknifilms-sjónvarpsrøð, sum er bygd á skaldsøgurnar og teknirøðirnar um Mumi hjá svensk-talandi finsku listakvinnuni og rithøvundanum Tove Jansson og beiggja hennara Lars Jansson. [1] Sjónvarpsrøðin frá 1990 er tann fyrsta Mumi-røðin ið fekk útbreiðslu í londum kring allan heimin.

Røðin hevur 79 partar og framhaldsrøðin “Deiliga Mumi-familjan: Ævintýr dagbók” hevur 26 partar. Fram um røðinar kom eisini ein filmur út í 1992.

Røðin Mumi varð fyri fyrstu ferð sýnd á sjónvarpsrásini TV Tokyo frá 12. apríl 1990 fram til 3. oktober 1991.

Framleiðsla

[rætta | rætta wikitekst]

Mumi er triðja teknifilms-røðin ið kom aftaná tvær aðrar, “Moomin” frá 1969 og ta næstu “New Moomin” frá 1972. Tove Jansson var sera ónøgd og ørkymla um fyrru røðirnar, orsaka av hvussu ótrúgvar tær vóru móti teimum upprunaligu søgunum og leiklutunum úr hennara bókum.[2] [3] Tí vóru tær ongantíð varpaðar út í sjónvørp uttan fyri Japan.

Finski teknifilms - og handilsframleiðarin Dennis Livson byrjaði í 1981 at biðja um rættindi frá Tove og Lars Jansson at gera enn eina nýggja teknifilms-røð um Mumi. [4] Hóast tey vóru ivasom aftaná tey seinastu úrslitini, megnaði Livson til endans at fáa tey játta honum rættindini til Mumi, eftir at tey sóu hansara væl framleiddu teknirøð um dunnununa Alfred J Kwak.

Ólík teimum tveimum undanfarnu teknifilms-røðunum var hendan nýggja Mumi røðin ein samansett framleiðsla av niðurlendsku fyritøkuni Telecable Benelux BV, japanska TV Tokyo, finska Yle, fronsku Marina Productions, og spanska Televisión Española . Røðin varð teknað á japansku teknifilmsstovunum Telescreen Japan Inc og Visual 80. Hiroshi Saitō og Masayuki Kojima vóru høvuðs-leikstjórarnir, meðan Akira Miyazaki gjørdi filmshandriti fyri 12 teir fyrstu partanar og fleiri av teimum seinnu pørtunum. Tove og Lars Jansson vóru eisini uppi í og við til at gera ávísar broytingar í handritunum.

Í Tokyo eitt ár seinni vísti Livson eina lítla undansýning av teknifilms-røðini fyri bæði Tove og Lars Jansson. Tá Tove sá teknifilmin um síni mumitrøll fyri fyrstu ferð, viðmerkti hon sambært Livson "Dom lever ju" ("Tey liva hóast alt"). [4]

Hendan Mumi-røðin bleiv nógv tann kendasta sjónvarpsrøðin um Mumi, og bleiv varpa kring heimin við fleiri ymiskum málum. Hon fekk eisini nógv rós bæði av Tove og Lars Jansson, fyri at halda fast við tað sanna blíða huglagið í Mumidali, og tað fitta lyndið hjá fólkinum sum býr har. Tove hevði sjálv hildið eftirlit við framleiðsluni fyri at tryggja sær at røðin bleiv eftir hennara hugsjón og lík hennara verkum.

Tann sera skjóta og góða móttøkan av teimum fyrstu 79 pørtunum góvu framleiðarunum grønt ljós at halda fram at gera 26 nýggir partar til eina framhaldsrøð, ið bleiv kallað “Deiliga Mumi familjan: Ævintýr dagbók” á enskum Delightful Moomin Family: Adventure Diary”.

Ólík tí fyrru væl eydnaðu Mumi - sjónvarpsrøðini var framhaldsrøðin ikki laga eftir upprunaligu skaldsøgunum hjá Tove. Ístaðin vóru søgugongdinar uppfunnar av japanska teknitoyminum ella leysliga tiknar út úr Mumi-teknirøðunum. Vegna at framhaldið reik so langt frá teimum nærlagdu, handfarnu og bókmentaligu frásøgunum hjá Tove, fanst Dennis Livson ógvusliga at tí nýggju røðini. Hóast beiggi Tove, Lars Jansson gav framleiðsluni loyvi at tekna frá tekni-røðunum, hann og systir hansara høvdu teknað, var víst at bæði Lars og Tove Jansson eisini lótu sera illa at framhaldsrøðini.

Nakrar møguligar grundir til at framhaldsrøðin ikki riggaði so væl sum hin vóru at starvsfólkini í framleiðslutoyminum ið gjørdu Mumi-røðina vóru skift út, og tey nýggju vóru ikki líka umhugsin um hvørji ynski og hugsjón Tove hevði. Um hetta mundi var Tove eisini byrja at blíva sjúk av bróst og lungakrabba, so hugsast kann at hon ikki hevði nógva orku til at blanda seg upp í og halda eftirlit við seinnu framleiðsluni. Men fyri at varða sínar søgur um Mumi, noktaði Tove framhaldsrøðini at blíva umsett til enskt og flest vest-evropeisk mál við hennara rættindum hon átti av Mumi, sum forðaði røðini at blíva líka útbreidd um heimin, sum fyrsta røð. Tó komu nakrir útvaldir partar av røðini út á finskum, norskum, pólskum og hebraiskum, og við nógvum broyttum teksti.

Lars og Tove Jansson

Í 1992 kom harumframt ein filmur út, framleiddur av somu framleiðslu sum sjónvarpsrøðinar, ið varð kallaður "Halastjørna í Mumilandi" ella á enskum "Comet in Moominland", sum var lagaður eftir Mumi-bókini "Halastjørnan kemur". Hendan filmin dámdi Dennis Livson sera væl. Tað var tí hann nemliga sam-skrivaði og framleiddi hann, og skipaði fyri at gera filmin til verðuleika. At varða upprunaligu søgunar og sjónina hjá Tove Larsson tók hann í størsta álvara. Hugburðurin og virðingin fyri verkinum hjá rithøvundanum, gav Dennis rós frá Tove, sum fortaldi at hennara samstarv við Dennis hevði altíð verið framúrskarandi, tí at hann skilti hennara hugskot og hvat hon vildi við Mumidalinum. Dennis Livson elskaði verðina hjá Mumi so nógv, at aftaná tí góðu móttøkuna av røðunum og filminum, bygdi hann eina sokallaða "Mumi-verð" á enskum "Moomin World theme Park" í Naantali, Finnlandi, ið lat dyrnar upp fyrstu ferð í 1993.

Føroyska útgávan av Mumi

[rætta | rætta wikitekst]

Sjónvarpsrøðin "Mumi" kom út á føroyskum máli á Sjónvarp Føroya (SvF) í Januar 1998, og hevur síðan verið send út við ávísum millumbilum á somu rás, sum nú er nevnd Kringvarp Føroya (KvF).

Tað sigst, at føroyska útgávan av sjónvarpsrøðini Mumi er eitt tað mest týdningarmiklasta sum er hent fyri føroyska mentan og samfelagið síðstu øld, og føroyska søgu sum heild. Summi sigað at einastandandi týðingin, og dugnaligu sjónleikarinir ið góvu tær fantastisku røddirnar til Mumi, er ólík nøkrum øðrum ið hevur ella fer at koma til Føroya.

Føroyska Mumi er nakað heilt serstakt og undranarvert, sum er fyri hesi fólkini at takka:

  • Guðrið Rubeksen, Erla Zachariasen og Malan Háberg Andersen ið týddu til føroyskt.
  • Sjónleikarunum Katarinu Nolsøe, Kristinu Hansen, Súsannu Tórgarð, Riu Tórgarð, Ega Dam og Høgna Johansen.
  • Grafikara Sven Bergur Jensen.
  • Bjarnheðin í Hoyvík, Alexander G. Joensen, Mikkjal H. Øster, Jógvan Páll Johannesen og Hallur Thomsen sum tóku upp ljóð og settu saman.
  • Finnur Hansen, Stamen Stantchev og Malan Thomsen gjørdu tónleikin.

Fyri stuttum bleiv føroyska Mumi bøtt um, við m.a betri góðsku og partanir fingu egið heiti. Aftaná fleiri ár uttan Mumi í sjónvarpinum, keypti Kringvarp Føroya nýggj rættindi so tey endiliga sluppu at vísa Mumi fram aftur. Sjónvarpsrøðin Mumi verður í dag send í Barnaløtuni á KvF hvørja viku, og liggur tøk á netinum á kvf.fo/vit/sending/sv/mumi

Føroyska útgávan hevur tó bert 47 partar av teimum 79 pørtunum í upprunaliga Mumi sjónvarpsrøðini - og ongar av teimum 26 framhaldspørtunum ella filminum.

Mumi-partar

[rætta | rætta wikitekst]

Røðin inniheldur søgugongdir sum eru tiknar úr bókunum hjá Tove Jansson "Gandakalshatturin" (8 partar), "Trøllavetur" (3 partar), "Vandamikið hásummar" (3 partar), "Endurminningar hjá Mumipápa" (3 partar), "Pápin og havið" (2 partar) og fleiri stuttsøgur frá stuttsøgusavninum "Tað ósjónliga barnið: og aðrar stuttsøgur" (5 partar). Umleið 20 partar í fyrstu Mumi-røðini og fleiri í framhaldsrøðini eru grundaðir á søgur, sum eru tiknar úr teknirøðunum um Mumi, hjá Tove og Lars Jansson. Nýggjar søgur og nakrir nýggir persónar eru eisini lagdir afturat, serliga í seinna enda av røðini. Filmurin er bygdur á bókina "Halastjørnan kemur".

Munir millum sjónvarpsrøðina og bøkurnar/teknirøðinar

[rætta | rætta wikitekst]


Nakrir merkisverdir munir millum filmsliga og skrivliga Mumi.

  • Undranarsamt er, hví í føroysku, ensku, fronsku, pólsku og latínamerikonsku útgávunum av sjónvarpsrøðini er Tutikki eitt kallkyn, og kallast Tutikki "hann". Hetta er ein feilur, tí Tutikki er heilt víst staðfest kvennkyn, og er skrivað við Tuulikki Pietilä í hugað - unnustuni hjá Tove Jansson.
  • Lítla Mý er í røðini frá byrjan av, meðan hon bert er við í seinni bindum í bókunum. Snorkadiddan og Snoddi sum hvørva av og á í bókunum hava eisini størri leiklutir í sjónvarpsrøðini.
  • Ísdrotningin sær øðrvísi út í røðini enn hon verður lýst í bókunum. Gev gætur: Tove teknaði sum so allir leiklutirnir í Mumi-bókunum, uttan Ísdrotningina. Hetta var við vilja, tí so tyktist hon enn meira gátufør, vøkur og ræðandi.
  • Í føroyskt týddu bókunum verða lítlu vinkonurnar við tí stóra kuffertinum kallaðar Tofslan og Vifslan. Men tá tær heilsa uppá Mumimammuna í sjónvarpsrøðini, kallað tær seg sjálvar Toplan og Vaflan.
  • Í bókunum skifta Mumitrøllini kongarubinin um við hattin hjá Gandakallinum, og Gandakallurin kemur seinni, at heinta kongarubinin, við einum nýggjum hatti. Í røðini fær Gandakallurin hattin sum skjótast aftur, og so skifta Toplan og Vaflan tann verðuliga kongarubinin um við ein nýggjan gandaðan kongarubin sum tær ynskja sær frá Gandakallinum. - Ynskini sum tey fáa frá gandakallinum eru eisini øðrvísi. Í røðini ynskir Hemilin sær ein nýggjan spaka at geva Mumipápa. Síðani ynskir Snorkadiddan tey somu eyguni sum vakra viðadrotningin, og Mumi ynskir tey vanligu eyguni hjá Snorkadidduni aftur. Við seinasta ynskinum ynskja Toplan og Vaflan ein rubin júst sum tann hjá gandakallinum. Men í bókini ynskir Mumimamma at Mumi ikki saknar Mumirikk tá hann er burtur og ferðast, og Mumi ynskir, at nakað av matinum úr veitsluni hjá teimum skal fara til Mumirikk.
  • Í røðini er Mumirikkur vinarligari móti fremmandum fólki og roykir ikki pípu.
  • Snorkil er ofta við í røðini sum vísindafólk og uppfinnari, meðan hann í bókunum spælir ein minni leiklut. Trásetingin hjá Snorkili um at flúgva er ikki við í bókunum.
  • Alissa og omma hennara Heksin vóru funnar uppá bert til røðina, tær vóru ikki við í bókunum ella teknirøðunum.

Persónar og føroyskir sjónleikarir

[rætta | rætta wikitekst]

Føroysku røddirnar hjá Mumi og vinum hansara eru spældar inn av sjónleikarunum Katarinu Nolsøe, Riu Tórgarð, Høgna Johansen, Ega Dam, Kristinu Hansen og Súsannu Tórgarð.

Tey flestu í Mumidali tosa havnarmál, meðan Snorkadiddan, Snoddi, Hemilin, Mymlan, Harmur og Heksin tosa eysturoyarmál, - og tann átufreki hemilin tosar klaksvíksmál. Sirkusprinsessan og Emeraldo tosa við donskum tónalagi.

Listin er óvissur og ikki rættaður enn.

Persónar Røddir
Mumi Katarina Nolsøe
Toplan (Tofslan)
Mumimamma Ria Tórgarð
Snoddi
Tutikki
Alissa
Ninni
Sirkusprinsessan
Spøkilsið
Teodor, tann gitni uppfinnarin
Mumipápi Høgni Johansen
Stinki
Harmur
Gandakallurin
Púkin
Emeraldo
Mumirikkur Egi Dam
Snorkil
Hemilin
Politimeistarin
Ormurin
Tikarahannurin
Átufreki hemilin (Vetrargesturin)
Vitapassarin (Fiskimaðurin)
Ryssa prinsessuna
Postboðið
Sakførarin (Hjá gamla greivanum)
Gullgravarin
Sjórænarin
Lítla Mý Kristina Hansen
Mymlan
Homsi
Drongurin hjá Nannu (Skyldmaður Hemilin)
Lampuandin
Marsbarnið
Greivindan
Minsta barnið hjá frú Fillifjonk
Miðlinga barnið hjá frú Fillifjonk
Frásøgufólk Súsanna Tórgarð
Snorkadiddan
Frú Fillifjonk
Hægsta barnið hjá frú Fillifjonk
Heksin (omma Alissu)
Meyrileyvan
Vaflan (Vifslan)
Mamma Mý og Mymluna
Nanna
Tikarahonin
Jenny fastir
Murran Ymiskar røddir (oftast Súsanna og Høgni)
Hattifnattarnir Onga rødd
Ísdrotningin
Greivin
Drekin
Forfaðirin
Havfrúnar
Hini frumskógudjórini

Ymsir aðrir minni ónavngivnir leiklutar eru við, ið allir sjónleikarinir við hvørt geva rødd til.

Films-tónleikurin

[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikurin í røðini er komponeraður av tónaskaldinum Sumio Shiratori, og kona hansara Emiko Shiratori syngur tað japanska byrjanarlagið (https://youtu.be/c0vmjpJk1eo), umframt hini løgini har hoyrist ein rødd. Uttanfyri Japan ljóða byrjanar og endaløgini øll annarleiðis (og myndinar eru eisini kliptar saman annarleiðis), ann uppá hvat fyri mál tey vera sungin í. Á føroyskum syngur Malan Thomsen bæði løgini.

Í Finnlandi er filmstónleikurin hjá Sumio Shiratori sera høgt virðismettur og væl dámdur. Finnar spæla hann nú í finska Symfoniorkestrinum. Tónaskaldið hevur viðmerkt at hann er ovfarin og rørdur av hesum. Tann 25.novembur, 2025 var fyrsta konsertin hjá orkestrinum hildin í Helsinki í Finnlandi, við Sumio og Emiko sum heiðursgestir í tiltakinum. Emiko var sjálv uppi í konsertini, har hon sang teir upprunaligu sanginir á japanskum. Lær meira um konsertina her: https://youtu.be/v7s2rBBbYgo

Listi av løgum sum verða brúkt í tí føroyska Mumi

Lag Leinkja
Ein stuttlig útferð https://youtu.be/ANhN8VLThV4
Ein spákingartúrur https://youtu.be/1-FV828q1TY
Og tá, meðan sólin setur https://youtu.be/ctYEUJp9Wpo
Gandahatturin (v. japanskari talu) https://youtu.be/8VtT-xcLqzY
Inn í dreymaverð (v. japanskari talu) https://youtu.be/Y1rTxdctWe4
Vár er komi í Mumidalin (v. japanskari talu) https://youtu.be/ypIpUwzLtiU
Skýming (v. japanskari talu) https://youtu.be/nqhq7FTavBc
Vetur í Mumidali (1.partur) https://youtu.be/-3y94pW4cb8
Vetur í Mumidali (2. partur) https://youtu.be/cSjmkEQVlOg
Blíða lotið av vár https://youtu.be/vGxw2uAtZiA
Set segl https://youtu.be/1-FV828q1TY
Áin av stjørnum https://youtu.be/zJ2HSYzGi8g
Eitt nýtt ævintýr https://youtu.be/-AGBdNvk8kw
Meyrileyvan https://youtu.be/todF0J-pE6Q
Vón fyri morgindegnum (Vitapassarin) https://youtu.be/v_CI0zK977c
Vandi er í nánd (Murran kemur) https://youtu.be/ZnrboQB9LM8
Einsamalla Murran https://youtu.be/4GSGvkwHTpY
Lagið hjá Ísdrotningini https://youtu.be/yp58iuIDbxQ
Fráferðardagurin https://youtu.be/nl_u5jQoge8
Fráferðin hjá Mumirikki (Mumi droymir) https://youtu.be/awiKwJv4HOs
Fráferð https://youtu.be/gGL72joHyCM
Harmonikkuløgini hjá Mumirikki https://youtu.be/a_4vNoYRfYw
  1. Known in Japan as Delightful Moomin Family (Japanskt: 楽しいムーミン一家 Hepburn: Tanoshii Mūmin Ikka?); Fyrimynd:Langx; Fyrimynd:Langx
Keldufeilur: <ref> lyklaorð (tags) eru til fyri ein bólk sum eitur "lower-alpha", men onki tilsvarandi <references group="lower-alpha"/> lyklaorð varð funnið, ella manglar ein lukkandi </ref>
  1. . Berkeley, CA. Missing or empty |title= (help)
  2. "The Mike Toole Show – Anime... Or Not?!". October 23, 2011. http://www.animenewsnetwork.com/the-mike-toole-show/2011-10-23.
  3. "The Animated History of "Moomin"". March 5, 2014. http://cartoonresearch.com/index.php/the-troubles-of-moomin/.
  4. 1 2 "Helsingin Sanomat – Tuomas Kaseva: Snufkin and the sea: Moomin animator at 60". http://www.hs.fi/english/article/Snufkin+and+the+sea+Moomin+animator+at+60+/1135228144894.