Milan Milutinovic

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Milan Milutinovic (serbiskt: Милан Милутиновић), (føddur 19. desember 1942 í Beograd) er fyrrverandi forseti í Serbia. Hann tók við sum forseti í Serbia í 1997 eftir Slobodan Milosevic. Milan Milutinovic umboðaði Serbia í samráðingunum um Kosovo, sum elvdu til kríggið á Balkan. Milutinovic sat sum forseti til desember 2002. Tá hann fór frá sum forseti yvirgav hann seg til Altjóða dómstólin móti krígsbrotsverkum í fyrrverandi Jugoslavia. Hin 26. februar 2009 varð hann fríkendur frá øllum ákærum. Milotunovic var sendiharri hjá Jugoslavia í Grikkalandi frá 1992 til 1996 og uttanríkisráharri hjá Jugoslavia frá 15. august 1995 til 8. januar 1998.