Mark Schultz

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Mark Schultz (føddur 16. september, 1970) er ein amerikanskur kristin sangari og sangskrivari. Mark Schultz er uppvaksin í Colby í Kansas, har hann eisini seinni tók útbúgving innan marknaðarførslu á Kansas State University. Hann flutti seinni til Nashville í Tennessee har hann í 8 ár arbeiddi sum ungdómsleiðari í einari samkomu. Hann hevur verið útnevndir til fleiri Dove Awards, og vann sína fyrstu award í 2006 fyri framførslu sína Mark Schultz Live: A Night of Stories & Songs sum varð útnevnd Long Form Music Video of the Year. Mark Schultz búðleikast nú í Chapel Hill í North Carolina.