Margrethe Vestager
| Margrethe Vestager | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 13. apr 1968 í/á Glostrup |
| Alma mater | Københavns Universitet, Varde Gymnasium |
| Starv | politikari, yrkjari |
| Politiskur flokkur | Radikale Venstre |
| Foreldur | móðir Bodil Tybjerg faðir Hans Vestager |
| Mál | danskt mál, Enskt mál, Franskt mál |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000429129094 |
| VIAF | 307283086 |
| LCAuth | n2016036857 |
| IMDB | nm1750601 |
| Commons | Margrethe Vestager |
Margrethe Vestager Hansen (fødd 13. apríl 1968 í Glostrup) er danskur politikari, EU-ráðharri. Hon er útbúgvin løgfrøðingur. Hon var búskapar- og innlendismálaráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var formaður fyri Det Radikale Venstre frá 2007 til 2014.
Lívsleið
[rætta | rætta wikitekst]Politisk
[rætta | rætta wikitekst]Hon var politiskur leiðari av Radikale Venstre og var búskapar- og innlendismálaráðharri frá 3. oktober 2011 til 2014. Hon var eisini varaforsætisráðharri í Danmark frá 2011 til 2014. Harumframt var hon kirkjumálaráðharri frá 1998 til 2000, kenslumálaráðharri 1998-2001. Hon gjørdist politiskur leiðari fyri Radikale Venstre eftir Marianne Jelved hin 15. juni 2007. Hon var formaður fyri fólkatingsbólkin hjá flokkinum 2007 til 2011.
Privat
[rætta | rætta wikitekst]Bæði foreldur hennara eru sóknarprestar: Hans Vestager (føddur 1945) Bodil Tybjerg (fødd 1946). Hon vaks upp í Ølgod. Í 1986 gjørdist hon studentur frá Varde Gymnasium, og í 1993 varð hon útbúgvin sum cand.polit. við Københavns Universitet. Hon hevur starvast sum fultrúði í danska Fíggjarmálaráðnum 1993-95, serráðgevi í danska Búskaparmálaráðnum 1995-97 og skrivstovustjóri sama stað 1997-98. Hon er gift við studentaskúlalærara Thomas Jensen (1966-), saman hava tey tríggjar døtur.
