Jump to content

Margit Stórá

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Margit Stórá
Landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum
Núverandi
Tók við starvinum
13. apríl 2026
Landsstýriskvinna í almanna-og heilsumálum
Í embæti
1. desember 2025  13. apríl 2026
Landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Í embæti
8. november 2024  1. desember 2025
Landsstýriskvinna í heilsumálum
Í embæti
22. desember 2022  7. november 2024
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
8. desember 2022
Persónlig kunning
Fødd(ur) Margit Stórá
(1971-01-06) 6. januar 1971 (aldur 55)
Fuglafjørður, Faroe Islands
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin

Margit Stórá (fødd 6. januar 1971) er ein føroyskur sjúkrarøktarfrøðingur og politikari fyri Javnaðarflokkin. Hon er ættað úr Fuglafirði og við Tormóði Stórá, tey eiga trý børn. Margit Stórá stillaði upp fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2022 og varð vald á fyrsta sinni á Løgting. Sama ár varð hon útnevnd landsstýriskvinna í heilsumálum í samgonguni hjá Aksel V. Johannesen. Hon stillaði upp aftur á løgtingsvalinum í 2026 og varð afturvald á Løgting. Eftir valið varð hon útnevnd landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum í samgonguni hjá Beinir Johannesen.[1]

Áðrenn hon fór upp í politikk, hevði Margit Stórá fleiri leiðslustørv innan føroyska heilsuverkið. Hon arbeiddi sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum [2] og hevur eisini verið ráðgevi og deildarleiðari innan Heilsumálaráðið. Harumframt hevur hon undirvíst í leiðslu og arbeitt í Grønlandi sum ráðgevi innan heilsuøkið.

  1. https://kvf.fo/greinar/2026/04/09/vattad-aksel-og-margit-vera-landsstyrisfolk
  2. https://kvf.fo/greinar/2018/02/26/margit-stora-nyggjur-varastjori-ls