M.C. Restorff
Martin Christian Restorff (føddur 4. august 1950 í Havn), vanliga nevndur MC Restorff, er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður, sum í meira enn 50 ár hevur verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum. Samstundis hevur hann í mong ár verið stjóri á Hotel Hafnia.[1][2]
MC Restorff hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum.[3] Hann tók nýggj ljóðføri í brúk, trummur og el-gittarar, sum trúarrørslurnar høvdu skýggjað. Eisini læt hann seg freista av øllum tí søta, sum hin verðsligi, rútmiski musikkurin lokkaði við.[4]
MC byrjaði tíðliga at gera vart við seg sum tónleikari ungdómsarbeiðinum i samkomuni í Ebenezer og stovnaði Nikodemusarsangbólkin fyrst i 1970-unum. Mergjaða sangútgávan av "Meistarans hond" telist millum fremstu sang- og tónleikaútgávur í landinum.[2]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 1971 - Meistarans Hond - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1975 - Lív - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1980 - Barnaminnir - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1986 - Hildin - Nikodemus og vinfólk 15 ár - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1988 - Ymiskt á leiðini
- 1992 - Ein glotti fyri framman - M.C. & Regin
- 1994 - Nýtt og gott gamalt
- 1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna
- 2012 - Sanganna veingir
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ M.C. Restorff vann ársins tónleikaheiður, dimma.fo, 21. mars 2025
- 1 2 M. C. RESTORFF SJEYTI, r7.fo
- ↑ Heiðurskonsert fyri M.C, Restorff – Meistarans hond, portal.fo, 1. mai 2025
- 1 2 FMA 2025: MC Restorff fekk ársins tónleikaheiður, kvf.fo, 21.03.2025