Lerwick
Appearance
(Ávíst frá Liùrabhaig)
| Lerwick skotskt gæliskt Liùrabhaig | |
| Státur: | |
| Land: | |
| Umráði: | |
| Íbúgvar: | 7.070 |
| Postnummar: | ZE1 |
| Heimasíða: | |
Lerwick (skotskt gæliskt: Liùrabhaig), grundlagdur uml. 1653, er størsti býur og høvuðsstaður í Hetlandi. Har búgva umleið 7.070 fólk.
Lerwick er norðasti býur í Skotlandi. Skansin Fort Charlotte ið varð bygdur í 1665 er navngivin eftir drotningini hjá Georg 3 kongi, og er ein av best vardu skansunum í Skotlandi. Navnið kemur av norrønum: Leirvík.
Úr Lerwick er ferjusamband til Aberdeen á skotska meginlandinum og Kirkwall í Orknoyggjum (NorthLink Ferries) og til smærru oyggjarnar Bressay og Out Skerries. Í nøkur ár sigldi Smyril Line uppá Lerwick, men økonomiskt grundarlag var ikki fyri hesi sigling.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]- Lerwick, oyggin Bressay í baksýni.
- "The Market Cross" í miðbýnum.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Lerwick havn, lerwick-harbour.co.uk (á enskum)
- Lerwick bátafelag Archived 2005-12-26 at the Wayback Machine, lerwickboating.shetland.co.uk (á enskum)
- Lerwick, Shetland, wikivoyage (á enskum)
