Jump to content

Lea Kampmann

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lea Jóhanna Kristinsdóttir Kampmann (fødd 1997 í Tórshavn), uppvaksin í Føroyum og Danmørk, er føroyskur tónleikari, sangskrivari og songkvinna.

Lea Kampmann flutti til Danmarkar við familjuni, tá hon var bert fimm ára gomul. Hon vaks upp í Keypmannahavn, har hon var uppdrigin við klassiskum tónleiki í heiminum. Tá hon var 11 ára gomul, byrjaði hon at ganga til sangundirvísing, og ígjøgnum fólkaskúlan luttók hon í smærri sangleikum og kappingum. Seinni flutti hon seg tó spakuliga frá klassisku verðini til tað rútmisku.[1][2]

Í 2017 gav hon út sína fyrstu útgávu við heitinum Common Blue, sum varð spæld inn í Bloch Studio í Havn í 2016.[3]

Lea Kampmann fekk heiðurin sum ársins bólkur ella einstaklingur, tá ið FMA heiðurslønirnar vóru latnar í 2018.[4]

Í 2024 hevur hon útgivið sína fyrstu útgávu á føroyskum: Seinferð. Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna.[5][6]

Tónleikaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2017 - Common Blue EP
  • 2022 - If I Ever Made You Cry, I'm Sorry
  • 2024 - Seinferð[7]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Lea Kampmannn gevur út nýggja fløgu[deyð leinkja], dimma.fo, 12. oktober 2017
  2. Fjølbroyttar tónleikaútbúgvingar: Lea Kampmann, kvf.fo, 19.03.2017
  3. Bilsin yvir tríggjar tilnevningar, in.fo, 01.03.2018
  4. Lea: Eg hugsaði at fór ikki at vinna nakað, in.fo, 10.03.2018
  5. Lea Kampmann við tónleikafilmi um seinferð, kvf.fo
  6. Lea Kampmann í OY, whatson.fo
  7. Lea Kampmann - Seinferð, jazzthing.de