Lars Olsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Lars Christian Olsen, 2013

Lars Christian Olsen (føddur 2. februar 1961 í Glostrup, Danmark) er fyrrverandi landsliðsleikari og landsliðsvenjari hjá Føroyum síðan november 2011.[1] Lars leikti 84 A-landsdystir fyri Danmark og skoraði 4 mál í tíðarskeiðnum 1986-1996. Lars hevur leikt við donsku fótbóltsfeløgunum Køge og Brøndby, og við turkiska Trabzonspor, við belgiska R.F.C. Seraing og sveisiska FC Basel. Við Brøndby vann hann danska meistaraheitið fleiri ferðir, og í 1988 vann hann heiðurin Ársins spælari. Hann hevur verið venjari og hjálparvenjari hjá fleiri ymiskum liðum hjá Brøndby, venjari hjá Randers FC, sum hann tvær ferðir flutti upp við frá 1. deild til Superligaina. Seinnu ferðina vann hann heiðurin Ársins Venjari 2006.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Lars Olsen føroyskur landsliðsvenjari

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið