Jump to content

Kykladurnar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kykladuoyggjar)

Coordinates: 37°00′N 25°06′E / 37.00°N 25.10°E / 37.00; 25.10 Kykladurnar (Grikskt mál: Κυκλάδες / Kyklades) eru ein oyggjabólkur í Grikkalandi. Oyggjarnar eru í ein landsynning frá meginøkinum. Grikska navnið Kyklades sipar til oyggjarnar sum liggja rundan um (κυκλάς) heilagu oynna Delos. Tað eru umleið 220 oyggja og hólmar í oyggjabólkinum. Oyggjarnar liggja í Egearahavinum. Grikska kettuslagið Egeiska kettan, kemur upprunaliga frá Kykladunum. Kykladurnar vóru fyrr ein fyrisiting eind. Ermoupoli á oynni Syros er høvuðsstaður í Kykladunum og var fyrisitingarmiðdepil, tá Kykladurnar vóru eitt prefektorat. Oyggjarnar eru fjallatoppar av einum størri landøkið, sum er sokkin í havið, uttan tvær av oyggjunum, Santorini og Milos, sum eru av vulkanskum uppruna. Jørðin er ikki serliga fruktagóð á Kykladunum, burtursæð frá á størstu oynni Naksos. Á oyggjunum dyrka tey m.a. víndrúvur, frukt, hveiti, oljuber og tubbak. Veðurlagið er turt og milt. Um summarið er ofta vatnmangul á fleiri av oyggjunum, og vatn má tá flytast við tangaskipum til oyggjarnar. Ferðavinna spælir ein stóran leiklut á fleiri av oyggjunum. Kykladumentanin var til seint í steinøldini og tíðliga í bronsuøldini, longu áðrenn tann Minoiska mentanin blómaði mitt í bronsuøldini á Kreta.

Yvirlit yvir Kykladuoyggjarnar

[rætta | rætta wikitekst]
OyggjGrikst navnVídd (km2)MyndFólkatal (2001)Fólkatal (1991)Fólkatal (1981)Fólkatal (1971)Høvuðsstaður
1NaksosΝάξος429,7918.18814.83814.03714.201Naksos (Νάξος)
2AndrosΆνδρος379,2110.0098.7819.02010.457Andros (Άνδρος)
3ParosΠάρος196,3112.8539.5917.8816.776Parikia (Παροικιά)
4TinosΤήνος194,598.5747.7477.7308.232Tinos (Τήνος)
5MilosΜήλος158,404.7714.3904.5544.499Milos (Μήλος) (Plaka / Πλάκα)
6KeaΚέα131,692.4171.7871.6481.666Julida (Ιουλίδα)
7AmorgosΑμοργός121,461.8591.6301.7181.822Amorgos (Αμοργός)
8IosΊος108,711.8381.6541.4511.270Ios (Ίος)
9KythnosΚύθνος99,431.6081.6321.5021.586Kythnos (Κύθνος)
10MykonosΜύκονος86,139.3066.1705.5033.823Mykonos (Μύκονος)
11SyrosΣύρος84,0719.78219.87019.66818.642Ermupoli (Ερμούπολη)
12SantoriniΣαντορίνη (Θήρα)76,1913.4029.3607.0836.196Thira (Φηρά)
13SerifosΣέριφος75,211.4141.0951.1331.083Serifos (Σέριφος)
14SifnosΣίφνος73,942.4421.9602.0872.043Apollonia (Απολλωνία)
15SikinosΣίκινος41,68238267290331Sikinos (Σίκινος)
16AnafiΑνάφη38,64273261292353Anafi (Ανάφη)
17KimolosΚίμωλος37,437697287861.086Kimolos (Κίμωλος)
18AntiparosΑντίπαρος35,091.037819635538Antiparos (Αντίπαρος)
19FolegandrosΦολέγανδρος32,38667558567646Folegandros
20MakronisosΜακρόνησος18,4350412
21PoliegosΠολύαιγος18,150014
22Iraklia (oyggj)Ηρακλειά18,0815111595129Iraklia (Ηρακλειά)
23JarosΓυάρος17,570002
24KerosΚέρος15,040007
25RiniaΡήνεια13,90001124
26DonousaΔονούσα13,65163111116149Donousa (Δονούσα) (Stavros / Σταυρός)
27ThirasiaΘηρασία9,25268233245291Thirasia (Θηρασία)
28ShinousaΣχοινούσα8,14206122140197Shinousa (Σχοινούσα)
29AntimilosΑντίμηλος80000
30DespotikoΔεσποτικό7,750000
31Ano KufonisiΆνω Κουφονήσι5,77366275232238Kufonisi (Κουφονήσι)
32Kato KufonisiΚάτω Κουφονήσι3,8980056
33DilosΔήλος3,541491616

    Slóðir úteftir

    [rætta | rætta wikitekst]
    Wikimedia Commons logo
    Wikimedia Commons logo
    Sí miðlasavnið