Kommunufelagið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kommunufelagið er landsfelagið fyri allar kommunur í Føroyum. Felagið varð stovnað 1. januar 2014 við samanlegging av teimum nú fyrrverandi kommunufeløgunum Føroya Kommunufelag (FKF), har tær smærru kommunurnar vóru limir, og Kommunusamskipan Føroya (KFS), har ið tær stóru kommunurnar vóru limir.[1] Valdið í felagnum er býtt eftir fólkatalinum. Høvuðsstaðarkommunun hevur harvið 40% av valdinum, av tí at 40% av Føroya fólki búgva í Tórshavnar kommunu.

Fyrsti formaður í kommunufelagnum er borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, ið eisini er løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]