Kjak:Niue

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Til tann ið hevur upprættað greinirnar Niue (IP adressa 2605:e000:634c:e00:5568:7048:47df:cff2) og sum eisini hevur upprættað greinina Frælsur felagsskapur (IP adressa: 2605:e000:634c:e00:5568:7048:47df:cff2) og knýtt hana at Associated state. Kann ein statur vera tað sama sum ein felagsskapur? T.d. landið Niue, ið tú eisini hevur upprættað, eg havi sett eina infoboks inn, og har skal eg týða Associatet state til føroyskt, men síggi at sama greinin her eitur Frælsur felagsskapur, eg vildi heldur valt eina aðra týðing. Sprotin sigur onki um Associated state, men sigur hetta um Associate: 1 vinmaður, felagi; arbeiðsfelagi, starvsbróðir; partamaður; (løgfr.) hjálpardómari. 2 (handilsm.) limur við avmarkaðum rættindum. 3 ~ professor (am. uml.:) dosentur. og í týðing nr. 2: 1 sambinda, sameina; binda saman (with); seta í samband við (t.d. we do not associate the same thing with that idea; associate it with something nice; I associate it with something unpleasant). 2 ~ with koma saman við, hava samband við; ~ oneself with geva seg í part við, fara uppí (t.d. the declaration, the protest). 3 knýta at, vera partur av (t.d. he was associated with the editorial staff). Og í 3. týdningi: 1 sambundin, sameindur; knýttur at. 2 sam-, med- (t.d. editor). Út frá hesum vildi eg sagt "Sameind tjóð" ella "Sameindur statur" ella okkurt sovorði. Hvat heldur tú? Eg skrivi hetta her á kjaksíðuna, tí tað sær út til at tú ið hevur hasa IP adressuna eisini nýtir fleiri aðrar IP adressur. Hví upprættar tú ikki ein brúkara? Tað hevur fleiri fyrimunir og er meira persónligt, ein IP adressa kann hava fleiri brúkarar og er ikki persónlig. Rættingar ið verða gjørdar av IP adressu brúkarum verða ikki skrásett í hagtølunum, tað haldi eg vera nokk so keðiligt. Vh. --EileenSanda (kjak) 19. nov 2015 kl. 12:33 (UTC)[reply]