Kecskemét

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kecskemét (IPA: /'kɛtʃkɛme:t/) er ein býur í Ungarn sum hevur umleið 108.200 íbúgvar. Býurin er tann 8. størsti býur í Ungarn. Høvuðssæti í landslutinum Bács-Kiskun liggur í býnum. Býurin liggur mitt ímillum høvuðsstaðin Budapest og tann triðstørsta býin í Ungarn, Szeged, 86 kilometrar frá báðum og hevur nærum somu frástøðu til tær báðar stóru áirnar í landinum, Danube og Tisza.

Býarnavnið Kecskemét kemur av tí ungarska orðinum kecske, ið merkir "geit".

Tær elstu fornaldarfrøðiligu útgrevstirnir vísa tekin um, at fólk hava búð á staðnum fyri umleið fimm túsund árum síðan.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið