Jump to content

Karl Martell

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Karl Martell
  • Hertogi og Prinsur av Frankunum
  • Major domus
1839 standmynd av Karl Martell eftir Jean Baptiste Joseph De Bay père á slottinum í Versailles.[1]
Hertogi og Prinsur av Frankunum
Stjórnarskeið 718 – 22. oktober 741
Undanfólk Pippin av Herstal
Eftirfólk
Major domus av Austrasia
Stjórnarskeið 715 – 22. oktober 741
Undanmaður Teodoald
Eftirmaður Karloman
Major domus av Neustria
Stjórnarskeið 718 – 22. oktober 741
Undanmaður Raganfrid
Eftirmaður Pippin hin Stutti
Fødd/ur 23. august 676 ella 686, 688[2] ella 690
Herstal, Austrasia
Deyð/ur 22. oktober 741
Quierzy, Frankiska ríkið
Jarðað/ur Kleysturkirkjan Saint-Denis
Hjúnafelagi
  • Rotrud av Trier
  • Svanhild
Børn
Kongsætt Arnulfingarnir
Karolingarnir (stovnari)
Faðir Pippin av Herstal
Móðir Alpaida

Karl Martell (uml.688 – 22. oktober 741), har Martell er eitt eyknevni, ið á fornfronskum merkir „Hamarin“, var ein frankiskur politiskur og militærur leiðari. Sum hertogi og prinsur av Frankunum og major domus hjá merovingiska konginum var hann í roynd og veru valdsharri yvir Frankunum frá 718 til deyða sín í 741.[3][4]

Hann var sonur Pippin av Herstal og aðalskvinnuna Alpaida. Tað eydnaðist Karli at gerast eftirmaður faðirs síns og veruliga maktin handan trónuna í frankiskum politikki. Við at halda fram við ætlanum faðirs síns endurreisti hann sentraliserað ríkisvald í Frankia og byrjaði eina røð av herferðum, sum aftur gjørdu Frankarnar til ráðandi vald í stórum pørtum av Gallia. Sambært nær-samtíðar kelduni Liber Historiae Francorum var Karl ein hermaður, sum var sjáldsama effektivur í bardaga.

Hann er best kendur fyri at hava steðgað herferðini hjá Umayyad-kalifatinum inn í Akvitania við sigrinum í slagnum við Tours og Poitiers í 732. Um hetta mundið ráddi Umayyad-kalifatið yvir meginpartinum av iberisku hálvoynni. Við sínum herferðum verður Karl hildin at hava havt ein týðandi leiklut í menningini av frankisku lensskipanini.[5][6]

Við endan av stjórnarskeiði sínum býtti Karl Frankia millum synir sínar, Karloman og Pippin hin Stutta. Pippin hin Stutti gjørdist fyrsti kongur av karolingaættini. Sonur Pippin hin Stutta, Karlamagnus, abbasonur Karls, víðkaði frankiska kongaríkið og gjørdist fyrsti keisari í Vesturevropa síðan fallið av vesturrómverska ríkinum.[7]

Karl, seinni kallaður Martell („Hamarin“) í krýnikum, var sonur Pippin av Herstal og hjákonu hansara Alpaida.[8][9] Bróðir hansara, Childebrand, gjørdist seinni dux, tað vil siga hertogi, av Burgund.[10]

Eldri søguskriving lýsir ofta Karl sum „óskilgitnan“, men markið millum hjúnalag, hjákonu og politiskt viðurkent samband var ikki altíð greitt í Frankia í 8. øld. Tað er tí ikki ósannlíkt, at ákæran um óskilgitni partvíst stavar frá ynskinum hjá Plectrud, fyrstu konu Pippins, um at tryggja sínum egna avkomi arvarættin til vald Pippins.[11][12]

Á døgum Karls høvdu Merovingarnir latið stóran part av valdinum frá sær til ríkishovmeistaran, major domus, sum stýrdi ríkiskassanum og býtti út jørð og forrættindi í kongsins navni. Faðir Karls, Pippin av Herstal, hevði savnað frankiska kongsríkið við at vinna á Neustria og Burgund. Pippin var tann fyrsti, sum kallaði seg hertoga og prins av Frankunum, ein heiti, sum Karl seinni eisini nýtti.

  1. "Les collections – Château de Versailles". https://collections.chateauversailles.fr/#d9907040-29a2-4e2f-bf19-b508f28802bd.
  2. Fouracre, Paul (2000). The Age of Charles Martel. Harlow, England: Longman. pp. 1, 55. ISBN 0582064759.
  3. Schulman, Jana K. (2002). The Rise of the Medieval World, 500–1300: A Biographical Dictionary. Greenwood Publishing Group. p. 101. ISBN 0-313-30817-9.
  4. Kibler, William W.; Zinn, Grover A. (1995). Medieval France: An Encyclopedia. Routledge. pp. 205–206. ISBN 0-8240-4444-4.
  5. White, Jr., Lynn (1962). Medieval Technology and Social Change. London, England: Oxford University Press. pp. 2–14.
  6. Mclaughlin, William, "732 Battle of Tours: Charles Martel the 'Hammer' preserves Western Christianity", War History Online.
  7. Fouracre, Paul (2000). The Age of Charles Martel. London: Longman. ISBN 0-582-06475-9.
  8. Commire, Anne, ed. (2002). "Alphaida (c. 654–c. 714)". Women in World History: A Biographical Encyclopedia. Waterford, Connecticut: Yorkin Publications. ISBN 0-7876-4074-3.
  9. Hanson, Victor Davis (2007-12-18). Carnage and Culture: Landmark Battles in the Rise to Western Power (in English). Knopf Doubleday Publishing Group. ISBN 978-0-307-42518-8.
  10. Commire, Anne (2015-09-24). "Alphaida (c. 654–c. 714) – Women in World History: A Biographical Encyclopedia". Yorkin Publications. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-24. https://web.archive.org/web/20150924170313/http://www.highbeam.com/doc/1G2-2591300322.html.
  11. Joch, Waltraud (1999). Legitimität und Integration: Untersuchungen zu den Anfängen Karl Martells. Husum, Germany: Matthiesen Verlag.
  12. Gerberding, Richard A. (October 2002). "Review of Legitimität und Integration: Untersuchungen zu den Anfängen Karl Martells by Waltraud Joch". Speculum 77 (4): 1322–1323.

Bókmentir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Bachrach, Bernard S. Early Carolingian Warfare: Prelude to Empire. University of Pennsylvania Press, 2001.
  • Creasy, Edward, G. L. Strauss, and Charles King. Charles Martel & the Battle of Tours. Leonaur, 2018.
  • Fouracre, Paul. The Age of Charles Martel. 1st ed. Routledge, 2000.
  • James, Edward. The Franks. Blackwell Publishers, 1988.
  • Nicolle, David, and Graham Turner. Poitiers AD 732: Charles Martel Turns the Islamic Tide. Osprey Publishing, 2008.
  • Riché, Pierre. The Carolingians: A Family Who Forged Europe. Translated by Michael Idomir Allen. University of Pennsylvania Press, 1993.

Autoritetsdata

[rætta | rætta wikitekst]
Autoritetsdata

Wikidata: Q3301 · VIAF: 807219 · ISNI: 0000 0000 6629 310X · WorldCat: E39PBJycRdqdhFvFBfqkqQ9MT3 · LCCN: n80121045 · GND: 118720910 · BnF: cb11936305g · IdRef: 027288129 · NTA: 069088942 · NKC: mub2017969613 Archived 2025-01-14 at the Wayback Machine · NLI: 987007259761205171 Archived 2025-11-26 at the Wayback Machine · BN Poland: 9810621510205606 · CANTIC: 981058620265906706 · Canadiana: ncf12138196 · FAST: 1812151 · ULAN: 500354859[deyð leinkja] · CERL: cnp01466841 · Vatican: 495/291145