Joan Bláfoss

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Joan Bláfoss (fødd 11. september 1980) er føroyskur rennari og triatlon íðkari. Joan byrjaði at íðka triatlon í 2002. Í 2008 vann hon heimsmeistara kapping í ½ Ironman í Lissabon. Joan lesur til lækna á Københavns Universitet. Joan helt eina pausu frá kappingum í 2009 og 2010 orsakað av skaða, men í 2011, er hon aftur farin í holt við at íðka, men nú íðkar hon mest renning, hon rennur maraton. Hon luttók í martaton kapping í Týsklandi og setti nýtt føroyskt met. Hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum rann teinin undir 20 minuttir. Hon rann við tíðini 2:50.09. Hon gjørdist nummar 34 í kappingini og er styrkismett sum nummar 4 í Danmark.[1]

Altjóða kappingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 2008 VM lang (4km, 120km, 30km) indivduelt: 7.plads hold: gull
  • 2007 Oyggjaleikir, Rodos Hold-triatlon silvur
  • 2007 VM duatlon langteina 6. pláss

Kappingar um danska meistaraheiti DM[rætta | rætta wikitekst]

  • silvur 2010 DM 10km renning eftir landsvegum
  • bronsu 2008 DM lang (½ ironman), triatlon
  • bronsu 2008 DM sprint, triatlon
  • silvur 2008 DM-holdsprint, triatlon
  • silvur 2008 DM 10km renning eftir landsvegum
  • bronsu 2008 DM lang cross, løb
  • silvur 2007 DM triatlon sprint individuelt
  • gull 2007 DM holdsprint
  • bronsu 2007 DM stuttdistansa
  • gull 2007 DM duatlon langdistanse
  • gull 2006 DM holdsprint

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Joan Bláfoss framúr úrslit

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]