Jiddiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Jiddisj)

Jiddiskt ella Jiddisj (ייִדיש yidish ella אידיש idish, bókstavliga: "jødiskt", við enskari transkribering Yiddish, áður eisini nevnt jødatýskt) er eitt germanskt mál sum verður tosað av umleið trimum milliónum jødum í allari verðini. Málið bleiv til í 11 øld, í økinum ið nú umfatar Týskland. Jiddiskt, málið hjá teimum evropeisku jødunum, er í høvuðsdráttum grundað á týskt, men hevur eisini ein fittan part úr hebráiskum. Undan seinna heimsbardaga vóru tað nógv fleiri, ið talaðu tað. Seinast í 1920-árunum varð roknað við umleið 7 milliónum í Evropa, og í 1930-árunum millum 1 og 1,5 millión í USA.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Fleiri týdningar[rætta | rætta wikitekst]