Jens-Frederik Nielsen
Appearance

Jens-Frederik Nielsen (føddur 22. juni 1991) er grønlendskur badminton-leikari og politikari. Síðan 8. juni 2020 er hann formaður fyri grønlendska flokkin Demokraatit.[1] Hann hevur verið landsstýrismaðurin við ráevnis- og arbeiðsmarknaðarmálum í grønlendska landsstýrinum frá 29. mai 2020 til 8. februar 2021.
Á valinum til grønlendska landstingið (Inatsisartut), 11. mars 2025, fekk hann við 4.850 persónligum atkvøðum flestar atkvøður av øllum, og svarar hetta til 17 prosent.[2] Demokratarnir yvirhøvur fingu meir enn 30 prosent av atkvøðunum og harvið er Demokraatit størsti flokkur í nývalda landstinginum.[3]
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Oyggjaleika-gullvinnari vann grønlendska valið, in.fo, 12.03.2025
- Vinnarin í Grønlandi fer at søkja felagsskap í stjórnarsamráðingum, in.fo, 12.03.2025
- Jens-Frederik Nielsen vil søge fællesskabet i koalitionsforhandlinger, sermitsiaq.ag, 12.03.2025
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Demokraternes Hovedbestyrelse, demokraatit.gl
- ↑ Her er de 10 største grønlandske stemmeslugere, altinget.dk, 12. mars 2025
- ↑ LIVE: Grønlænderne har stemt. Valgets store vinder er Demokraatit, dr.dk, 12. mars 2025