Jeanette Ottesen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Jeanette Ottesen Gray)
Jeanette Ottesen
Persónlig kunning
Fult navn Jeanette Ottesen
Tjóðskapur  Danmark
Fødd(ur) (1987-12-30) desember 30, 1987 (aldur 36)
Kongens Lyngby, Danmark
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur frísvimjing, firvald
Felag Kvik Kastrup

Jeanette Ottesen (fødd 30. desember 1987) er danskur svimjari. Hon gjørdist heimsmeistari á langbana til HM í svimjing 2011 í 100 m frí við tíðini 53,45. Hon var ikki einsamøll um at vinna heimsmeistaraheitið í 100 m frí, Aleksandra Gerasimenya úr Hvítarusslandi svam við somu tíð og vann eisini gull. Jeanette Ottesen eigur norðurlendska metið í 100 m frí, tað setti hon á HM í Róm í 2009.[1] Ottesen svimur frísvimjing og firvald. Hon svimur við svimjifelagnum Kvik úr Kastrup og á danska svimjilandsliðnum. Hon luttók á Olympisku Leikunum í 2004, 2008 og 2012.

Úrslit á HM og EM svimjistevnum[rætta | rætta wikitekst]

  • 2013 - Gull í 4x50 metrar frí á EM á stuttbana í Herning, saman við Mie Ø. Nielsen, Pernille Blume og Kelly Riber Rasmussen
  • 2013 - Silvur í 50 m firvald á EM á stuttbana í Herning
  • 2013 - Gull í 50 m firvald á HM á langbana í Barcelona
  • 2012 - Gull í 4×100 m blandað á HM á stuttbana í Istanbul
  • 2012 - Bronsu í 50 m firvald á HM á stuttbana í Istanbul
  • 2012 - Bronsu í 50 m frí á HM á stuttbana í Istanbul
  • 2012 - Bronsu í 4×100 m frí á HM á stuttbana í Istanbul
  • 2012 - Gull í 50 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
  • 2012 - Gull í 4×50 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
  • 2012 - Gull í 4×50 m frí á EM á stuttbana í Chartres
  • 2012 - Silvur í 100 m frí á EM á stuttbana í Chartres
  • 2012 - Bronsu í 100 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
  • 2012 - Bronsu í 50 m frí á EM á stuttbana í Chartres
  • 2011 - Gull í 50 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Gull í 100 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Gull í 4x50 m blandað á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Silvur í 50 m frí á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Silvur í 100 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Silvur í 4x50 m frí á EM á stuttbana í Szczecin
  • 2011 - Gull í 100 m frí á HM 2011 í Shanghai
  • 2010 - Bronsu í 50 m firvald á HM á stuttbana í Dubai
  • 2010 - Silvur í 50 m firvald á EM á stuttbana í Budapest
  • 2009 - Bronsu í 100 m frí á EM á stuttbana í Istanbul
  • 2009 - Bronsu í 100 m firvald á EM á stuttbana í Istanbul
  • 2008 - Gull í 100 m firvald á EM á stuttbana í Rijeka
  • 2008 - Silvur í 100 m frí á EM á stuttbana í Rijeka
  • 2008 - Silvur 50 m frí á EM á stuttbana í Rijeka
  • 2008 - Bronsu í 50 m frí á EM á stuttbana í Rijeka

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. DR.dk, Jeanette Ottesen ny verdensmester


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið