Ingun í Skrivarastovu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ingun í Skrivarastovu er ein føroyskur filmsframleiðari úr Havn. Hon eigur og rekur fyritøkuna Fish & Film.[1] Hon er útbúgvin á Goldsmith filmskúlanum í London, har hon tók eina Master í Dokumentar. Hon var vertur í sjónvarpssendingini "Bassalt", ið varð víst í SvF í árunum frá 1996 til 2001. Hon arbeiddi eisini í myndasavninum hjá Sjónvarpi Føroya. Í 2001 flutti hon til London at nema sær filmslistarliga útbúgving og búði har í 11 ár, hon flutti síðan aftur til Føroya at búgva. Meðan hon búði í London stovnaði hon fyritøkuna Fish & Film og framleiddi dokumentarfilmar fyri Al-Jazeera English og Nordic kanalirnar. Ingun hevur framleitt filmin Vetrarmorgun, sum vann eina virðisløn á Berlinaluni 2014, Sakaris Stórá leikstjórnaði filmin og skrivaði handritið. Vetrarmorgun var fyrsti fiktivi filmurin, ið hon framleiddi. Í februar 2014 varð hon við til at seta á stovn eitt nýtt yrkisfelag fyri føroysk filmsfólk. Felagið Føroysk Filmsfólk varð sett á stovn 22. februar 2014 og Ingun var ein av teimum ið var vald í nevndina.[2]

Framleiðslur í úrvali[rætta | rætta wikitekst]

  • 2016: Islands and the Whales. Leikstjórn: Mike Day
  • 2013: Vetrarmorgun. Leikstjórnað: Sakaris Stórá.
  • 2012: EGO: Dreams and Identity. Video installatión. Leikstjórnað: Rannvá Holm Mortensen.
  • 2011: Home Sweet Home. Dokumentarframleiðsla hjá Kringvarpi Føroya
  • 2010: Vox-pop. Dokomentarrøð hjá KvF
  • 2008: Í hansara hondum – Portrett av myndahøggarunum Janus Kamban og Hans Paula Olsen.
  • 2007: Throwing Paint Tins off the Roof. Leikstjórnað: Vibeke Bryld.
  • 2006: ­Mandy’s Choice. Leikstjórnað: Lusia Pretolani.
  • 2006: If II – a film poem about the loss of a child.
  • 2003: Mirror In My Mind – Dokumentarfilmur um móðir Ingun og hennara stríð við sálarsjúku
  • 2001: The Cleansed Eye – Danski listamaðurin Per Kirkeby til arbeiðis.
  • 2001: Breath of the Ocean – Portrett av tónasmiðinum Sunleif Rasmussen.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Filmurin Vetrarmorgun, sum Ingun hevur framleitt[rætta | rætta wikitekst]

  • 2014 - Vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.[3]
  • 2014 - Tilnevndur Crystal Bear á Berlinaluni[4]
  • 2014 - Tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni[5][6][7]
  • 2014 - Varð sýndur 7 ferðir á Berlin International Filmfestival
  • 2013 - Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.
  • 2013 - Tilnevndur Geytan

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Fishandfilm.net". http://fishandfilm.net/?page_id=9. Heintað 2014-02-28. 
  2. listinblog.blogspot.com, Felagið Føroysk Filmsfólk er stovnað
  3. Berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
  4. Kvf.fo, Brunsj við Ingun í Skrivarastovu
  5. 28. Teddy Award Samrøða við Sakaris Stórá á YouTube
  6. "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-28. 
  7. "Fishandfilm.net". http://fishandfilm.net/?p=38. Heintað 2014-02-28.