Ingolf Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Ingolf Jacobsen (føddur 1916, deyður 15. juni 1946) var føroyskur listamaður. Hann var yngstur av børnunum hjá Nicolinu Dam og Magnus Jacobsen (sum vanliga varð nevndur Magnus á Kamarinum, byggimeistari í Tórshavn).

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Faðirin andaðist, tá ið Ingolf var bara 5 ára gamal. Hetta hevur merkt heimið og umstøður teirra, men hóast hetta, so fer Ingolf í realskúla at ganga. Rikard Long var lærari hansara og segði hann, at Ingolf skaraði framúr. Hann var úrmælingur, tá ið tað umráddi tekning. Longu 16 ára gamal teknaði hann til smárit og m.a. til jólabøkur Varðans.

Evnini vóru eyðsýnd, men umstøðurnar vóru ikki tær bestu. Hetta tykist ikki at hava nervað Ingolf. Blaðungur fer hann av landinum til Keypmannahavnar at nema sær lærdóm innan tekning og list. Í brøvum hansara til bróðurin, Jens, fáa vit innlit í, hvussu strævið tað mangan var hjá honum í fyrstuni.

Ingolf stríðist í Keypmannahavn. Hann klárar seg við fyrifallandi arbeiði og við at selja tekningar og myndir til bløðini tey fyrstu árini. Í 1940 søkir hann inn á Kunstakademiet og kemur hann inn. Lærari hansara varð kendi professarin Aksel Jørgensen.

Tað fer at ganga framá hjá Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sær inn í sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmálari á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Framgongd tykist vera á øllum økjum hjá honum. Hann skrivar og prýðir greinar, ið verða prentaðar í donskum og norskum bløðum, og eisini verður hoyrispæl hansara "Under Fjeldet" framført í danska útvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth.

Ingolf flytir til Århus, har ið hann giftist Klara-Marie, tey fingu tvey børn. Hann gerst høvuðsteknari á Aalborg Stiftstidende. Men hann fæst eisini við nógv annað: endurstovnaði føroyingafelag í Jútlandi og er formaður har, forlagsarbeiði, fyrireiking til endurstovnan av blaðnum "Ungu Føroyum", prentarbeiði, útvarpsleikir og mangt annað. At stovnseta føroyskt útvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ítøkiligar ætlanir um hetta.

Avskorin frá heimlandinum vegna seinna heimsbardaga, hevur hann ikki vitjað heim síðani hann fór av landinum. Hann er á tremur við hugskotum, at fara til Føroyar við.

Men Ingolf gerst sjúkur.

Í brævi til Jens, dagfest 7. apríl 1946 á sjúkrahúsinum í Århus, skrivar Ingolf:

"Last og skam í hetta høvdið, sum tað fór at seinka mær í øllum. Mesta av apríli mann eisini fara, áðrenn eg sleppi hiðani ífrá. Nú skulu teir enn einaferð skera upp í kjálkan og leggja radiumpatrónirnar har niðan. Hetta er eisini ein beistatíð, eg havi so nógv at gera - bæði her og við føroysk evni .... Jú, henda kjálkaholan gjørdi stórt brek í øllum hjá okkum. Gud viti eisini, hvussu verður við Føroya-ferðini, sjálvur eri eg so ógvuliga veikur aftan á alt hetta hetta røntgen. Mergurin verður kroystur úr einum, og eg gerist móður í sveittabroti bert eg gangi í 10 minuttir. Men vónandi verður tað gjørligt onkursvegna at sleppa heim í ár .... kanska til heystar ella alrahelst í hoyna, tað hevði dámt mær væl at sloppið at hoyggja eina løtu .. Men nú fari eg at enda, nú leingjast vit skjótt eftir at tosa, ikki at skriva, tað er tó ikki tað sama!"

Í bóklingi, ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 1972, skrivar rithøvundurin Gunnar Hoydal m.a. um Ingolf:

"Eingin var í iva um, at Ingolf átti óvanligar gávur, heldur ikki hann sjálvur, og hann hevði hug at fáa meira burtur úr teimum. Men haðani, og so til at leita út í eina óvissa framtíð í einum ótryggum starvi í fremmandum landi, tað er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjálvsálit og ágrýtni. Ingolf bilaði hvørki, og aðrir møguleikar vóru ikki, so 19 ára gamal tekur hann stigið og fer til Keypmannahavnar við lítlum øðrum í viðføri enn einari mappu við tekningum. Hann hevði skrivað til Kunstakademiet, áðrenn hann fór avstað, og niðurkomin gongur hann eitt skifti á fyrireikingarskeiði til listaháskúlan. Men áhugin tykist í fyrsta umfari at vera blaðtekningin, sum um hetta mundið stóð í besta blóma í norðurlondum"

Gunnar Hoydal endar inngangin í bókini soleiðis:

".... Ingolf doyði sama summarið, 15. juni 1946. Av tí tilfari, sum lá eftir hann, gjørdi Listafelag Føroya í 1952 eina minnisframsýning .... At meta út frá hesum um tey úrslit, ið kundu komið burturúr hansara gávum er hættisligt, ivaleyst eisini óneyðugt. Vónin hjá tí, ið hevur savnað tilfarið, hevur verið at geva sína egnu mynd av einum gávuríkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóður og óspiltur gjøgnum sítt stutta lív"

....

Ingolf er nevndur í Myndlist í Føroyum hjá Bárði Jákupssyni:

"Tann fyrsta føroyska listaframsýningin í Keypmannahavn varð fyrireikað í skemmuni hjá Janusi Kamban í Nørrebrogade. Framsýnararnir vóru Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lutzen, Ruth Smith, Mikines og Ingolf Jacobsen. Hesin seinast nevndi, av Kamarinum í Havn (1916-46), ið var upptikin á listaakademiið, hevði arbeitt sum blaðteknari. men ungur fekk hann tuberklar, og áðrenn hann rættiliga náddi at koma í gongd, andaðist hann, bert 29 ára gamal"[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Teyavkamarinum.com, Ingolf Jacobsen