Jump to content

Vinnuhúsið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá House of Industry)

Vinnuhúsið (House of Industry) er eitt hús og ein ráðgevandi eind, sum umboðar og arbeiðir fyri at menna vinnulívið í Føroyum. Orðið Vinnuhúsið verður brúkt sum felagsnevnari fyri feløgini, sum í dag eru við til at mynda virksemið í húsinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur húsið saman við Havnar Handverksmeistarafelag. Tað er tó Arbeiðsgevarafelagið, sum stendur fyri dagliga rakstrinum, og øll hini vinnufeløgini gjalda fyri at vera við í felags umsitingini. Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum leggur linjurnar fyri arbeiðið í Vinnuhúsinum. Vinnuhúsið veitir ráðgeving í sambandi við sáttmálaspurningar og í sambandi við setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Vinnuhúsið veitir eisini ráðgeving til byggivinnuna og til vinnugreinafeløg og teirra limir. Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum.[1]

Feløg undir Vinnuhúsinum

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Industry.fo, Starvsfólk". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-01. https://web.archive.org/web/20120501085716/http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=8. Heintað 2011-08-29.

Ávísing úteftir

[rætta | rætta wikitekst]