Jump to content

Hertogadømið Slesvík

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hertogadømið Slesvík
Flagg Coat of arms
Staðseting av Slesvík
HøvuðsstaðurSlesvík, Flensborg, Keypmannahavn
Stjórn Lensskiparnarhertogadømi, Monarki
Gjaldoyra Danskur ríkisdáli, Pfennig

Hertogadømið Slesvík (Danskt: Hertugdømmet Slesvig; týskt: Herzogtum Schleswig; norðursaksiskt: Hartogdom Sleswig; frísiskt: Härtochduum Slaswik) var eitt Danskt hertogadømi í 1058 til 1864 . Økið strekti 60 km norður um, og 70 km suður um núverandi markið millum Týskland og Danmark, frá Kongsánni suður til Ægisá. Landøkið hevur síðani 1920 verið býtt í helvt millum londini bæði, har Krusáin rennir, við Norður Slesvík í Danmark Suður Slesvík í Týsklandi.

Sum ein avleiðing av krígnum í 1864, varð Slesvík saman við Holstein og Sachsen-Lauenborg latið Preussen og Eysturríki. Í 1867 vórðu hertogadømini Slesvík og Holstein innlimaði í Preussen sum eitt samlað proysiskt amt, ið fekk navnið Slesvík-Holstein. Harvið helt Hertogadømið Slesvík formliga uppat vera til.

Eftir fólkaatkvøðuna í 1920 gjørdist norðari parturin av Hertogadøminum Slesvík aftur partur av Kongaríkinum Danmark. Hesin parturin av Slesvík (Norðurslesvík) verður í dag vanliga nevndur Suðurjútland. Suðurslesvík er í dag partur av landspartinum Schleswig-Holstein.