Hermann Samuelsen
Appearance

Hermann Ronnason Samuelsen (føddur 19. september 2001) er ein føroyskur, rógvari og politikkari fyri Sambandsflokkin. Hann er uppvaksin í Klaksvík og útlærdur elektrikari.
Hann hevur í nógv ár verið kapprógvari fyri Klaksvíkar Róðrarfelag og er fleirfaldur føroyameistari í ymiskum bátastøddum. Mest hevur hann róð við 10-mannafarinum Klaksvíkingi, har hann er vorðin føroyameistari fýra ferðir.[1]
Á kommunuvalinum í 2024 varð hann valdur í klaksvíkar býráð við 154 persónligum atkvøðum.[2] Á løgtingsvalinum 26. mars 2026 fekk hann 258 persónligar atkvøður og tók sæti í løgtinginum, sum fastur varamaður fyri Annu Falkenberg, ið var vald á fólkating. [3]
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Áki Bertholdsen: Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum, dimma.fo, 5. august 2026
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Klaksvíkingur 10-mannafar, fo.wikipedia.org, 20.05.2026
- ↑ Úrslitið frá kommunuvalinum 2024 , klaksvik.fo, 14.11.2024
- ↑ Hermann Samuelsen nýggjur tingmaður fyri Sambandsflokkin, kvf.fo, 20.04.2026